Komandi leygardag skipar Fólkaflokkurin fyri landsfundi á Hotel Hafna í Havn. Skráin til landsfundin, sum er send fjølmiðlunum, sær ikki serliga rúgvusmikil út, men kortini er talan um stúðaða skrá.
Eins og vanligt er verða frágreiðingar frá tingmonnum, landsstýrismonnum og formanninum. Jørgen Niclasen er formaður í tingbólki Fólkafloksins, og hann sigur, at Fólkaflokkurin hevur altíð havt siðvenju fyri at leggja doyðin á sjálvt orðaskiftið á landsfundunum.
-Sjálvandi fara tingmenn og landsstýrismenn at greiða limunum frá, hvat fyriferst landspolitiskt, men tað týdningarmesta á fundinum er at fáa eitt orðaskifti í lag um, hvat limirnir kring landið halda um kósina, sum flokkurin hevur í løtuni, sigur Jørgen Niclasen.
Spurdur hvørji mál, hann væntar, at limirnir í Fólkaflokkinum fara at skifta orð um, svarar formaðurin í tingbólkinum, at tað er ilt at meta um.
?Tað er ringt at siga, men tað kann hugsast, at útlendingamálið fær nakað av umrøðu, privatiseringarnar møguliga eisini, tí vit eru fyri fyrstu ferð í eini samgongu, har allir flokkar eru samdir í at privatisera. Rúna Sivertsen hevur eitt innlegg um kvinnur, so tað kann væl hugsast, at málið um kvinnur í politikki eisini verður umrøtt. Vit hava júst havt eitt býráðsval, sum skal eftirmetast, og tað er siðvenja í Fólkaflokkinum at tosa nógv um vinnulív og fiskivinnu, og tað fer óivað eisini við nakað av tíð, sigur Jørgen Niclasen.
Per Stig vitjar
Fólkaflokkurin hevur til landsfundin í ár fingið ein rættiliga forkunnugan gestarøðara. Danski uttanríkismálaráðharrin, Per Stig Møller, hevur játtað at siga nøkur orð á landsfundinum í ár. Hetta er á fyrsta sinni, at Per Stig Møller er á landsfundi hjá Fólkaflokkinum.
?Flokkurin hjá Per Stig Møller, Teir Konservativu, er bróðurflokkur hjá okkum, og tað er tann vegin, at sambandið er fingið í lag. Vit hava fleiri ferðir roynt at fingið hann á landsfundin, men tað hevur ongantíð ligið fyri, men nú lá loksins fyri, greiðir Jørgen Niclasen frá.
Ætlanin er, at Per Stig Møller fyrst og fremst skal umrøða viðurskiftini millum Danmark og Føroyar, men hann fer eisini at siga nøkur orð um, hvussu nýggju limalondini í Evropa Samveldinum broyta okkara mynd av Evropa sum heimsparti.
Landsfundurin hjá Fólkaflokkinum byrjar klokkan 10 á Hotel Hafnia leygarmorgunin.