Felagið fyri foreldur at smábørnum í Havn hevur verið rættiliga virkið síðani tað var sett á stovn fyri góðum tveimum árum síðani. Tað hevur virkið til lut í kjakinum og orðaskiftinum um, hvørjar umstøður vit eiga at bjóða okkara smáu. Tað er sum vera man serliga stóri tørvurin á stovnsplássum sum upptekur felagið - og tað er eisini orsøkin til at felagið varð stovnað á sinni - og nú vil Foreldrafelagið fegið frætta frá øðrum foreldrum og fáa fleiri limir í felagið.
Komandi mánakvøld verður limafundur í Mettustovu í Havn og evnini, ið verða umrødd á fundinum, eru: nýggju upptøkureglurnar til ansingarskipanina í kommununi, hvussu tað gongur við at útvega fleiri ansingarpláss, alternativar loysnir og annað í hesum sambandi.
Felagið heitir á foreldur, ið hava áhuga fyri arbeiðinum hjá Foreldrafelagnum um at møta fjølment. Felagið hevur seinasta árið saman við Tórhavnar Býráð arbeitt nógv við at fáa endurskoða upptøkureglarnar til kommunalu ansingarskipanina. Hetta arbeiðið er komið undir land. Samstarvið við kommununa hevur gingið væl, og tað vísir seg, at kommunan í stóran mun lurtar eftir felagnum.
Enn er tørvurin á nýggjum ansingarplássum í kommununi stórur og Foreldrafelagið fer eins og áður at leggja stóran dent á at fáa fleiri ansingarpláss sett á stovn. Í framhaldandi arbeiðinum hevur nevndin í felagnum tørv á at limir siga sína hugsan um, hvussu og hvat Foreldrafelagið skal leggja dent á.