Hesuferð skipar næsta vikuskifti fyri almennum fyrilestrum í fimleikarhøllini á Háskúlanum.
Endamálið er at fáa orðaskifti um týðandi spurningar í samband við komandi fólkaatkvøðuna um fólkarættarligu støðu Føroya.
Øll eru vælkomin og serligar innbjóðingar eru sendar til allar flokkar á tingi og fjølmiðlarnar.
Eftir hvørja framløga er orðið frítt. Skráin sæst niðanfyri.
At fóta sær í einum broytiligum heimi Almennir fyrilestrar á Føroya Háskúla, leygardagin 3. febr. 2001 kl. 14-18.
Inngangur: Ein broytiligur heimur
Framløgur:
1. Tjóðskaparhugsjónin Carl Johan Jensen, rithøvundur
2. Krøv til búskapin/Studningsbúskapurin og avleiðingar Herman Oskarsson, búskaparfrøðingur
3. Krøv til politisku og umsitingarligu skipanina Heini Joensen, næstformaður, Starvsmannafelagið
4. Stýrisskipan, virkisføri og búskapur hjá smáum oyggjalondum í einum broytiligum heimi Kjartan Hoydal, skrivari