Eitt av tónleikasøgunnar gitnastu verkum fyri kór, solistar og orkestur verður at hoyra nú um vikuskiftið. Tað er oratoriið Elias eftir tðska tónaskaldið Mendelssohn.
Um tónaskaldið og verkið skrivar dirigenturin Steen Lindholm soleiðis:
"Felix Mendelssohn Bartholdy livdi fra 1809 til 1847 og fekk soleiðis eins og so mong onnur tónaskøld eina stutta æviskeið. Kortini náddi hann at gerast heimskendur bæði sum komponistur og sum dirigentur hjá tí gitna Gewandhausorchester i Leipzig - eitt ljómlið sum enn i dag telist millum tey fremstu i heiminum.
Mótsett so mongum øðrum tónaskøldum vaks Mendelssohn upp í einum valaheimi. Pápin Abraham Mendelssohn var vekslari i Hamborg; men longu tá ið Mendelssohn var tvey ára gamal, flutti familjan til Berlin.
Mendelssohn-hjúnini vóru jødar, men lótu børn síni doypa til protestantiska trúgv. Foreldrini vendu tó ikki um til protestantis-muna fyrr enn í búnum árum.
Nógvur tónleikur varð framførdur í barndómsheiminum, og sjálvur skrivaði Mendelssohn longu sum smádrongur sínar fyrstu kompositiónir og stjórnaði framførslum av teimum á slíkum familjukonsertum!
15-ára gamal var hann við pápanum i París og vísti har konseravatoriistjóranum, komponistinum Cherubini, sínar kompositiónir. Eftir tað fekk hann loyvi at kjósa sær tónleikin sum sítt lívsstarv.
Felix Mendelssohn hevði fjølltáttaðar gávur: hann granskaði eisini mál og myndlist, ikki var tað sørt, at hann sjálvur teknaði, og samanumtikið var hann sum tátíðar tónleikari ein óvanliga breitt mentaður maður. Hansara tónleikaskapandi gávur vóru av mozartskum slag: nótarnir flutu lætt og ótarnaðir av hansara penni, og dygdargott handverk var aftan fyri øll hansara tónaverk, instrumentaltónleikin eins væl og kórverkini.
Longu á 17 ára aldri skrivaði Mendelssohn sítt fyrsta meistaraverk, tónleikin til sjónleikin "Ein Hásummarnáttardreymur" eftir Shakespeare. Tað var eisini Mendelssohn, sum 20 ára gamal dró Matteuspassiónina hjá Bach fram aftur úr gloymskuni og framførdi hana á konsert i Berlin í 1929, hundrað ár eftir at hon varð skrivað.
Eftir eina tíð sum býartónleikastjóri í Düsseldorf fekk Mendelssohn starvið sum leiðari av áðurnevnda Gewandhausorchester í Leipzig. Umframt í Týsklandi stjórnaði hann eisini orkestrum í Onglandi, Fraklandi og í Italia. Fólk vóru hugtikin av honum bæði sum komponisti og sum dirigenti, og hann hevði stóra ávirkan á eina røð av seinni tónaskøldum. M.a. fekk hann stóran týdning fyri danska tónaskaldið Niels W. Gade, sum fór til Leipzig og vann sær har Mendelssohn sum sín góða vin og besta lærimeistara.
Uppvøkstur Mendelssohns í jødiskum-protestantiskum umhvørvi gjørdi, at hann varð hugfangaður av kirkjutónleiki. Hann skrivaði hópin av motettum til kirkjuligar tekstir, nakrar sera vakrar kantatur fyri kór og orkestur og kom í hæddina við oratoriunum Paulus (1836) og Elias ( 1846), harav serlig tað seinna telist millum tónleikasøgunnar fremstu avrik innan orkestur- og kórtonleik. Tað talar fyri seg, at næst eftir Händels Messias er Mendelssohns Elias mest framførda tónaverkið í Onglandi, har Mendelssohn sjálvur stjórnaði frumframførsluni í Birmingham.
Verkið er skrivað til týska bíbliutekstin í gamla testamenti, mest úr 1. og 2. Kongabók og snðr seg um gerningarnar hjá profetinum Eliasi. Mendelssohn lagaði sjálvur tekstin um til tað enskt til fyrstuframførsluna; men týski teksturin er upprunin, og hann verður nýttur, nú verkið á fyrsta sinni verður framført i Føroyum.
Elias er profeturin, sum í einari hungurstíð trínir fram í tí plágaða Ísrael og m.a. vekir upp einkjunnar son av deyða. Hann er stríðsmaðurin, sum sigrar á avgudinum Baal, hvørs bál verður púrgjørt av Harrans báli, og profetar Baals síðan handtiknir og slátraðir. Eftir tað fær Elias við Harrans hjálp vatn til vegar til tað tystandi landið. Ein drongur skimast eftir regni, og tá tað kemur, setir fólki í lovsong fyri Harranum (endakórið í fyrra parti).
Tó eru trongdirnar enn ikki av. Elias má framhaldandi stríðast móti vantrúgv. Hann ger álop á Ahab kong, sum svarar aftur við at øsa fólkið upp móti Eliasi, sum má flýggja út í oyðimørkina. Eitt kór av einglum leiðir hann til Horab fjallið, og troystin kemur fram í sálmakenda satsinum: Tann, sum lítir á Harran til seinastu stund, skal gerast sælur.
Oratoriið endar við enn einum lovsangi til Harrans."
Føroyska frumframførslan av oratoriinum Elias verður í Fuglafjarðar Kirkju leygardagin klokkan 17.00, og verkið verður at hoyra í Norðurlandahúsinum sunnudagin kl. 16.00.