Ordans bakkaluarar á Setrinum

Fyrstu føroysku stjórnmálafrøðingarnir fingu handað prógv á Setrinum fríggjadagin. Dagurin var sannur hátíðardagur, og Føroyar eru vorðnar eina týdningarmikla útbúgving ríkari, helt ein ein nýklaktur stjórnmálafrøðingur fyri. Útbúgvingin hevur ført til eitt nýtt samstarv á Setrinum, har uttansetursfólk leggja leiðina fram við at undirvísa

Tað var hátíðardámur fríggjadagin á Gamla bókasavni á Debesartrøð, har Fróðskaparsetrið nú heldur til. Fyrstu føroysku stjórnmálafrøðingarnir fingu prógv handað, og tað er ein stórur dagur.
? Hetta kann metast sum ein av varðunum í søguni hjá Fróðskaparsetrinum og Føroya landi. Hetta er ein partur av at byggja land og gera Føroyar eitt sindur størri, segði Jóan Pauli Joensen, fyrrverandi rektari og núverandi leiðari fyri Søgu- og samfelagsdeildina á Setrinum.
Har vóru ongi kappar ella hattar á nýklaktu stjórnmálafrøðingunum, men Jóan Pauli Joensen bað hinvegin fólk um at gáa eftir, hvar tey stóðu. Í grótbygninginum, sum var eitt megnartak í 30-árunum. Har høvdu nógv fólk gingið millum ár og dag, og hann helt fyri, at onkustaðni sita Chr. Matras, Janus Djurhuus og onnur smílast og fegnast um tað, sum er hent.

Bakkalaurusar
Nógv fólk vóru møtt at uppliva stóru løtuna, tá átta fólk fingu prógv handað. Nú ein nýggj útbúgving hevur sæð dagsins ljós á føroyska universitetinum, hava tey í trý ár verið royndarfólk.
Spurningurin var havdur á lofti, hvussu nýggja barnið hjá Setrinum skal eita. Tá farið varð í gongd fyri trimum árum síðan, vóru fólk varin, og kallaðu tað eitt ársnám, sum so líðandi kundi stykkjast saman til eina útbúgving. Men tey lesandi løgdu trýst á, og tað endaði við, at eldsálirnar á Setrinum gjøgnumførdi fyrstu útbúgvingina saman við ágrýtnu næmingunum.
Næmingarnir kunnu nú seta fýra bókstavir við sítt navn. B.S.Sc. í stjórnmálafrøði. Skal tað vera heilt fínt, kunnu tey siga »baccalaureus socialis scientarium«. Jógvan Mørkøre, sum er adjunktur í stjórnmálafrøði, kundi ikki lata vera við at hugsa um bakkaluarar, sum er ein beint frammaná, og um so er, so er talan um ein ordans bakkaluara frá Setrinum til okkum øll.

Trilvandi byrjan
Byrjanin var kortini trilvandi, viðgekk Jógvan Mørkøre. Trupulleikar vóru við hølum og lærarakreftum. Næmingarnir hava ferðast millum Søgu- og samfelagsdeildina, Reynshúsini og Sjómansskúlan. Lærararnir vóru ov fáir, men tað eydnaðist at fáa góðar uttanseturskreftir at taka eitt dyggiligt tak. Og tað gekk.
? Eitt gott samstarv er komið í lag við fólk uttan fyri Setrið, sum hava lagt nógv í hesa útbúgvingina. Vit vænta okkum nógv av samstarvinum frameftir, sum byrjaði við hesari útbúgvingini, og vónandi heldur tað fram, segði Jógvan Mørkøre, sum takkaði m.a. Gesti Hovgaard, Hans Andrias Sølvará og Herluf Sigvaldsson fyri teirra ágrýtni.
Stjórnmálafrøðingar hava í høvuðsheitum verið umvegis tríggjar lærugreinar: Føroyskan politikk, altjóða politikk og løgfrøði. Sambært Jógvan Mørkøre viðger stjórnmálafrøði bæði, hvat politikkur eigur at vera, og hvat hann í roynd og veru er. Øðrumegin verður tað góða samfelagið viðgjørt. Hinumegin verður viðgjørt, hvussu samfelagið í veruleikanum sær út. Millum annað verður hugt eftir, hvør hevur vald, og hvør átti at havt vald.

Lætta um tilgongd
Malan Marnersdóttir, rektari, handaði prógvini. Hon viðgongur, at Fróðskaparsetrið ikki kundi erpa sær av umstøðunum, sum tey hava bjóðað teimum fyrstu lesandi til stjórnmálafrøði, tí tey hava verið víða. Men næstu árini hevur Setrið so leigað høli á Sjómansskúlanum, sum tey ráða yvir.
Víða hava tey eisini verið reint fakliga, segði rektarin. Tey hava viðgjørt viðurskifti, sum hvønn dag eru at hoyra í tíðindunum. Kommunusamanlegging, arbeiðsloysisskipan, valdsbýti í samfelagnum og nýggja politiska og vinnuliga elitan, eru millum evnini, sum hava verið viðgjørd í ritgerðunum.
Nú tey fara undir víðari lesnað, hava tey fingið eitt gott prógv frá Setrinum.
? Hetta er ikki bara fyrstu ferð, vit handa stjórnmálafrøðingum prógv. Hetta er eisini fyrstu ferð við handa eitt sonevnt Diploma Supplementum, sum er eitt ískoyti til prógvið. Tað lýsir føroysku skipanina og útbúgvingina. Hetta verður gjørt fyri at lætta um góðskrivingartilgongdina, tá farið verður út í heim á aðrar lærustovnar, segði Malan Marnersdóttir.

Føroyar ríkari
Oyvindur Brimnes er ein teirra, sum hevur fingið prógv. Hann heldur tað hava verið trý spennandi og strævin ár, har tað eisini onkuntíð hevur verið ørkymlandi at vera royndarhara. Men tað góða vigaði meira enn tað ringa.
? Vit hava havt stóra gleði av nærleikanum á einum so lítlum fakulteti. Lærarar hava stórt rós uppiborið fyri at hava loftað okkum hóast smáar umstøður og fyri at hava givið okkum eina fullgóða útbúgving, segði Oyvindur Brimnes vegna tey lesandi.
Útbúgvig er ein tann besta íløgan, sum eitt land ger, helt Oyvindur fyri, og hevði hug at fílast á tær umstøðurnar, sum Fróðskaparsetrið fær frá landinum. Samanborið við aðrar smátjóðir eru tær 16 milliónir krónurnar, sum Setrið fær játtað í ár, lítið av miklum. Men við góðum vilja frá politikarum og vinnulívi átti at verið gjørligt at hækkað støðið skjótt í Føroyum.
Nú eru Føroyar so eina týdningarmikla útbúgving ríkari, endaði Oyvindur Brimnes, tá prógvini vóru handað.