Tað skrivar Skúlablaðið í einari nýggjari grein um týdningin av málsligari menning hjá børnum. Sambært greinini hevur orðfeingi stóra ávirkan á lesiførleikar, læring og møguleikarnar at nema sær útbúgving. Samstundis vísir gransking, at orðfeingið hjá børnum verður í stóran mun lagt fyrstu liviárini, har samrøður, upplestur og málrík umhvørvi hava avgerandi týdning.
Greinin leggur dent á, at foreldur og onnur vaksin kunnu styrkja orðfeingið hjá børnum við at tosa nógv við tey, lesa fyri teimum og geva teimum rúm at seta orð á upplivingar og kenslur.
Skúlablaðið vísir á, at eitt gott orðfeingi ikki bara hevur týdning fyri skúlagongdina, men eisini fyri møguleikarnar hjá barninum seinni í lívinum.
Lesið meira í Skúlablaðnum við at trýsta her











