Originalur frá Harvard

Rem Koolhaas er mettur at vera so originalur, at onki av hansara arbeiði er treytað av øðrum stílum ella tættum innan arkitektur

Greinin er partur av eini greinarøð:

Sum ein føroysk bygd
Fakta
Ongin einsamallur
Føroyskt Met
Orginalur frá Harvard

Altjóða byggilist
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo

Páll Holm Lave hevur teknað nýggja bygningin hjá Føroya Tele. Hann sigur, at teir á Teknistovuni hjá Árna Winther serliga hava fingið íblástur frá niðurlendska Rem Koolhaas. Tann 59 ára gamli Rem Koolhaas er professari í arkitekturi við lærda háskúlan Harvard í USA.

Museum of Modern Art
Hann verður mettur sum ein av teimum mest originalu arkitektunum í heiminum. Í 1994 hevði hann eina framsýning í New York City á tí víðagitna Museum of Modern Art. Grundhugsanin hjá Rem Koolhaas er, at gransking ruddar slóð fyri arkitekturi.
- Ágrýtni í gransking er inngangurin til arkitektur. Hetta eru tvey ting, sum eru knýtt sterkt at hvør øðrum. Umstøður broytast ótrúliga skjótt uttan eitt áhaldandi samband millum hendingarnar. Arkitekturur verður eitt meira og meira óhóskandi arbeiðslag, sigur Rem Koolhaas við The Harvard Gazette. Hann sigur, at ein arkitektur hevur onki tamarhald á næstu verkætlanini.
- Tískil veitst tú ongantíð, hvat títt næsta arbeiði verður við ? hvørt tað er við einum átrúnaði, einum fongsli ella við Heims Bankan, sigur Rem Koolhaas.
Eygleiðarar meta, at Koolhaas og hansara stílur er so originalur, at hansara rúmd (sí bygningin hjá Føroya Tele) ikki er treytað av øðrum tættum innan arkitektur. Koolhaas er nevniliga ikki nógv fyri post-modernismu.

Post-modernisma ikki modernað
- Tað er mítt ástøði, at post-modernisma hevur onki við stíl ella æstetik at gera. Tað er bert ein máti at framleiða arkitektur upp á minni tíð við minni sofistikatión, sigur Rem Koolhaas við The Harvard Gazette.
Rem Koolhaas heldur, at arkitektar ístaðin áttu at granska eina og hvørja støðu, sum teir koma í, eitt nú við bygninginum hjá Føroya Tele. Hervið finna teir útav, hvat fyri serligar eginleikar tann einstaka støðan hevur, og síðani skulu arkitektarnir fara í holt við sjálvt arbeiðið. Gransking kemur áðrenn arkitektur, er aðalhugsanin.

Kelda: The Harvard Gazette, 6. juni, 1996