Origins til keyps í Føroyum

Eftir at hava verið á marknaðinum í Danmark í 10 ár og aðrastaðni í 12 ár, hava føroyingar enduliga møguleikan at keypa tann vælumtókta natúrúrdráttin - Origins

Sosialurin hevur verið inni á gátt hjá Parfurmarí Drós, sum í hesum døgum hevur vitjan av Synvu, ið starvast sum umboðskvinna hjá Origins. Hon er komin til Føroya mánakvøldið og steðgar í eina viku. Synva fer at vegleiða føroyingum um tann vælumtókta úrdráttin og er møguleiki hjá øllum at fara á gátt hjá Drós og verða smurdur av Synvu og samstundis gevur hon sær stundir til at greiða frá tí, sum fer fram. Umframt hetta, verður eisini skipa fyri tveimum kundakvøldum, sum tað verður kallað. Tá sleppa kundarnir sjálvir at reinsa húðina við Origins, at smyrja sær o.s.v.- ímeðan gongur Synva runt og ráðgevur teimum. Til hetta tiltak eru einans pláss fyri 10 fólkum hvørt kvøld og annað kvøldið er longu fultsett.
Pratikanturin á Sosialinum, Brynhild Reinert av Eiði, fekk ein royndartúr í smyrjustólinum í gjár og segði hon, at ein als ikki følir at smyrsl er á andlitinum.
Origins er dóttirfelag hjá tí heimskendu fyritøkuni Estée Lauder. Tey avgjørdu at framleiða eina vøru ið er natúrlig. Tey framleiða smyrsl, krem, kropsshampoo, rakikrem o.a. Allar vør-urnar eru framleiddar uttan luktilsi og alkohol, heldur eingin verður testa á djór. Evnini ið verða nýtt eru til dømis piparmynt og hvítt te, ið er komi ístaðin fyri tað nógv nýtta grøna teið. Forskara hjá Estée Lauder havi funnið útav, at tað hvíta teið gevur tríggjar ferðir so stóra ávirkan, sum tað grøna og tað hevur eisini ein ógvuligan frískan og dámligan dám. Synva sigur, at hetta kremi eisini verður nýtt av fólki, ið hava brúk fyri at slappa av - t.v.s. at tað javnvigar okkara krops-skipan.
Origins leggur dent á, at halda vørurnar so natúrligar sum møguligt og er hetta tískil gott hjá teimum ið hava kenslusama húð. Synva sigur, at tað eru eindømir upp á fólk, ið ikki tola Origins. Tó eru tað ikki einans fólk við ringari húð ið nýta henda natúrúrdrátt - tvey dømir, eru sangarinnan Sidsel Kirkjubø og modellin Helene Christensen, ið neyvan hava brúk fyri serligum kremi, men sum nýta Origins.
Fía Norðberg og Karin Dahl, eigararnir av Drós, hava í longri tíð roynt at fingið hendur á Origins. Origins setur ógvuliga høg krøv til seljaran, men nú er tað enduliga eydnast teimum at fáa vøruna henda vegin og okkum nýtist ikki longur at fara av landinum fyri at keypa Origins. Tær frøðast um at hetta eydnaðist teimum og eru tær ógvuliga spentar upp á at vit hvussu hesin natúrúrdráttur, ið er nógv nýttur runt um í heiminum, verður móttikin her heima.