Orka gav í juni sína 4. útgávu Leipzig út, bert í Føroyum, í restini av heiminum kemur hon út í august. Lagið “Leipzig III - We Have Fallen Into Each Other”, ið kemur út sum kykmyndalag í dag, er av fløguni, og Kirstin Helgadóttir hevur framleitt kykmyndalagið.
Løgini á nýggju útgávuni eru tikin upp runt í heiminum. Helvtin av upptøkunum eru gjørdar í eini gamlari kykmyndahøll í Leipzig í Týsklandi. Hetta er eitt høli frá tíðini fyri seinna veraldarbardaga. Eisini hevur Orka tikið partar av fløguni upp í París, New York, eini lítlari kirkju í Sibrandahûs í Hollandi, á einum báti í Hong Kong og á eini tokstøð í Bombay. Upptøkurnar blivu lagdar til rættis í upptøkuhøli í London, meðan ljóðblandað varð í Støkumørk, Innan Glyvur.
Til framførsluna á G! siga fyrireikararnir, at eyðkendu eyðkendu ljóðførini og døkka ljóðmyndin hjá Orka verður tikin inn í ein nýggjan elektroniskan heim við endurljóði úr ymsum elektroniskum subgenrum. Á pallinum vera Jens L. Thomsen, ið hevur gjørt sær eitt nýtt borð við elektronikki til konsertina, eisini verður Høgni Lisberg við, umframt Kristin Helgadóttir, ið skapar visuellu pallmyndina. Onkur gestatónleikari verður eisini.