Orka & orkupolitikkur

Hjalmar N. Poulsen
Vestmanna

Løgtingsorðaskiftið sum herfyri snúði seg um orkumál, var bæði áhugavert og upplýsandi - tó mest áhugavert. Hóast mangar góðar meiningar vóru frammi, bar orðaskifti brá av einum ávísum ókennskapi til orku. Hetta førdi eftir mínum tykki til eitt ávíst møsn um málið, men sum heild vóru sjónarmiðini saklig og fyrikomandi.
Gleðiligt er, at Løgtingið ídag er samt um, at orða ein yvirskipaðan orkupolitikk, hóast vit enn ikki kenna avleiðingarnar av hesum.
Mest undrunarvert var tó, at ongin røðari undir orðaskiftinum nam við spurningin um tað nú søguliga orkuráðið, sum í sínari tíð varð avtikið vegna sparingar í landshúsarhaldinum, og tær avleiðingar vit ídag hava av hesu tilgongd. Landsins leiðsla tá á sinni gjørdi sær eina stóra bjarnatænastu. Sum kunnugt hevur allur tann føroyski orkupolitikkurin, sum so, verið monopoliseraður og sera einssporaður.
Føroysku hægtølini, vit ídag hava kunnleika til hvat dálking av umhvørvi viðvíkjur, bera tíðilig tekin um, at skeiva gongdin hevur tikið dik á seg hesi síðstu 15 árini. Og koltvíiltútlátini eru støðugt hækkandi. At soleiðis er, hava fyrst og fremst landsins polittusku mynduleikar ábyrgdina av. Hetta, tí teir á sinni valdu at avtaka skynsamu orkupolittisku stýringina á hesum, so týðandi, málsøki til frama fyri nakrar spardar krónur á tí føroysku landsfíggjarlógini.
"Orka og orkupolitikkur" er í sjálvum sær eitt sera vítt fyribrigdi. Orðatakið: "Ongin er fullkomin" er eisini galdandi á hesum øki, men eitt ávíst skynsemi, ein ávísur førleiki, og sunnur fornuftur, eru lyklaordini, sum skulu havast í huga, tá orkupolitikkir verður settur út í kortið. Veruleikin er, at bert fantasiurin setur forðingar fyri, at ein skilagóður orkupolitikkur, framyvir verður førdur.
Hóast føroyska samfelagið í orkuhøpi er at samanbera við ein dropa í havinum, eiga vit at spyrja okkum sjálvi, um onki ítøkiligt kann gerast, fyri at venda hesi negativu umhvørvisskaðiligu gongdini. Svarið er stutt og greitt.- Jú sanniliga!
Í føroyska orkukervinum eru óteljandi møguleikar fyri at nøkta ein og hvønn orkutørv. Allar fortreytir eru til staðar, fyri at hetta kann lata seg gera á ein reinan og umhvørvisvinarligan hátt, uttan at tað nýtist at vera sera kostnaðarmikið yvirhøvur. Nútíðartøknin á orkuøkinum bjóðar okkum so at siga óskerdar møðuleikar, sum vit burdu brúkt, okkum og ikki minst samfelag okkara til hollan frama. Eg skal annars seinni, tá høvi býðst, koma nærri inn uppá hetta, tí talan er ikki um pástandir, men reinan veruleika.
Havi tó ongantíð verið í iva um, at orkuframmleiðslan á tí føroyska orkukervinum, um ynskiligt, kann blíva omanfyri 90 % grøn, ella ódálkandi, áðrenn langt um líður. Vit eiga sjálvsagt at seta okkum hetta stevnumið. Um eitt ávíst áramál verður avsett til at náa hetta endamál, er treytin tann, at rætt verður atborið, frá byrjan av, áðrenn nakað ítøkiligt verður gjørt á økinum. Hugsið bert um idealistin á sinni, sum fór til gongu, og uppá forhond visti hvar hann var á veg, og stílaði eftir at koma til ásetta staðið til ásettu tíð. Sjálvsagt náddi hann endamáli sínum, - hann var jú idealistur. Heldur ivasamt er at siga sum "Egon", sum á sinni helt fyri: "Jeg har en plan"!!