Orka og tónleikur á Seglloftinum

Hin 17. apríl verður eitt forvitnisligt tiltak á Tvøroyri, har nógv verður kunnað um alternativa orku.

 

 

Í hesum døgum verður nógv kjakast um grøna orku. Vindorka, vatnorka, sólorka og hitaloysnir, har avlopshiti frá eitt nú stórum virkjum verður brúktur til at hita húsarhald við, verður alt mett at gagna umhvørvinum, tá samanborið verður við orku, sum verður vunnin úr brenning av olju.

Hetta fara tey nú at seta fokus á í umhvørvisvikuni, sum verður í Tvøroyrar kommunu. Leygardagin hin 17. apríl klokkan 17 verður nevniliga høvi at hoyra serfrøðingar á økinum úttala seg um teirra arbeiðsøki, og tiltakið verður á Seglloftinum á Tvøroyri.

Kári Mortensen, deildarleiðari og Bjarti Thomsen frá Orku á Umhvørvisstovuni koma á vitjan. Teir fara at tosa um sjóhitaverkætlanina í Leirvík og um møguleikar at gera fjarhitaskipan á Tvøroyri.

Eisini fara teir at umrøða pumpuskipanina millum Ryskivatn og Miðvatn, sum skal gagnnýta vindorkuna í Suðuroynni betri.

SEV verður eisini umboðað í Seglloftinum á Tvøroyri, og her koma Terji Nielsen, menningarleiðari og Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluna hjá SEV.

- Eftir føroyskum mátistokki er SEV ein risastór fyritøka, og felagsskapurin arbeiðir bæði við vind-, sól- og vatnorku. Í Sumba hava sólsellupanel staðið uppi í eitt gott ár, og í Porkerishaganum er nýggja vindmyllulundin júst sett til elframleiðsluna.

Í Tvøroyrar kommunu vísa tey á, at áhugaverd framløga eisini verður um gongdina í Sumba og Porkeri, og greitt verður frá um virksemið hjá SEV sum heild.

- Frálíkur tónleikur verður eisini at hoyra, og kommunan bjóðar kaffi og okkurt gott aftur við. Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin, vita tey í Tvøroyrar kommunu at siga í dag.