Hon hevur lagt lív og sál í Cafe Karlsborg.
- Eg havi avsýrað hvørt viðarsprek her inni, og eg og maðurin hava sjálvi innrættað cafeina, sigur Olevina Joensen.
So tað er eitt sindur beiskt hjá Olevinu Joensen nú at siga farvæl til Cafe Karlsborg eftir níggju góð ár.
- Samstarvið við Fiskimannafelagið síðani tað hevur fingið nýggjan formann hevur verið ógvuliga vánaligt. Teir blanda seg í alt. Sjálvstýrisflokkurin plagdi at hittast her hvørt hóskvøld, men so ringdi formaðurin í Fiskimannafelagnum til teir og bóðu teir halda seg burtur. Eisini nokta teir fyri, at cafein kann fáa skeinkiloyvi, sigur Olevina Joensen, sum er ógvuliga ørg inn á Jan Højgaard.
Hon hevur fingið ikki minni enn tríggjar uppsagnir. Grundgevingin í fyrstu uppsøgnini var, at viðurin skuldi vera fullur í fýri, men tað avvísir Olevina Joensen. Aðru ferð var grundgevingin hon, at bygningurin skuldi seljast, men hetta gjørdist av ongum, og nú triðju ferð er orsøkin hon, at húsini skulu takast niður, og ein aktiveringsmiðstøð fyri skaddar sjómenn skal byggjast har í staðin.
- Eg havi verið í rættinum við málinum, og dómurin har var, at enn kann verða verandi í hølunum fram til ein mánað undan, at bygningrin skal rívast niður. Men tað leggur Fiskimannafelagið líka í, sigur Olevina Joensen.
Hon letur ólíka betri at undanfarna formanninum í Fiskimannafelagnum, Óla Jacobsen.
- Bara eg var nøgd, so var alt í lagi frá hansara síðu, sigur Olevina Joensen.
Gongur væl
Cafe Karlsborg er ein ógvuliga hugnalig cafe.
- Stórviðurin er partvíst av einari gamlari kirkju, partvíst av einari gamlari slupp, greiðir Olevina Joensen frá.
Suðurendin er ein grótveggur, sum er prýddur við hópinum av prýðislutum.
- Ja, hasum vegginum eru nógvar myndir tiknar av. Útlendingar eru ovfarnir av øllum pyntinum, sigur Olevina Joensen.
Og hon hevur vitjan av nógvum útlendingum.
- Her koma fult av útlendingum um sumrarnar, og eg fái javnan postkort sendandi allastaðni frá í heiminum, sigur Olevina Joensen.
Men tað er eitt fólkaslag, sum hevur ein serligan tokka til Cafe Karlsborg.
- Íslendingar halda hetta meiri ella minni, at hetta er ein íslendsk cafe burtur av. Teir streyma beinleiðis av Norrönu og yvir her í Vágsbotn, sigur Olevina Joensen.
Men hon hevur eisini fleiri føroyskar stamkundar, og hon heldur tað hevur serligan áhuga – eisini millum íslendingar – at hon borðreiður við skerpikjøti og øðrum føroyskum viðskera.
- So tað er ógvuliga harmiligt, at eg nú má gevast, nú summarið stundar til og eg skal til at tjena pengar. Vit eru jú kend um allan heim, og hava enntá verið í BBC, sigur Olevina Joensen.
Men hon orkar sum nevnt ikki at berjast við Fiskimannafelagið meira.
Útlærd dekoratør
Cafein hevur bert verið opin summarmánaðirnar, og tað er sjálvandi tá, hon skal forvinna peningin.
- Eg plagi at leiga hølini út til jólaborðhald, barnadópar, føðingardagar og líknandi um veturin. Leiga skal jú gjaldast alla mánaðirnar, so tað hjálpir væl til, sigur Olevina Joensen.
Men nú verður so eingin Cafe Karlsborg meira, og mánadagin er seinasti dagurin, at cafein er opin.
- So fari eg at rigga av. Vónandi fái eg selt stóru lutirnar so sum køliskápini og cappucino maskinuna, og so ætli eg mær at hava eina »garagusølu« her einaferð seint í komandi viku, sigur Olevina Joensen.
Restin, sum tá verður eftir, ætlar hon at geva til Reyða Kross.
Men hóast Olevina Joensen harmast um at noyðast at gevast, og hóast hon metir cafeina sum eitt gullnám, um hon fær neyðugu hjálpina, so ætlar hon sær kortini ikki at seta seg hendur í favn, nú hon gevst við cafeini.
- Eg eri útlærd sum dekoratør, so eg kann altíð falla aftur á tað. Men fyrst skal eg hava eina feriu, og eftir hana havi eg nógv jørn í eldinum, sigur Olevina Joensen, sum altso hevur sín seinasta arbeiðsdag á Cafe Karlsborg í Vágsbotni mánadagin.