Sámal Erik Djurhuus læt handillin upp. Seinni kom maki hansara, Anette Sonne, at arbeiða saman við honum. Í dag eiga Beinta Vilmundsdóttir og maki hennara, Fróði Poulsen, fyritøkuna.

Elsti blómuhandil í Føroyum er 40 ár

- Vit hava eitt breitt vøruúrval og nógvar vørur av góðari góðsku. Vit ganga høgt upp í haldføri, og vit ganga høgt upp í umhvørvið, sigur eigarin av Orkis í Saltangará, sum í dag bjóðar til kaffi og køkur.

 

Sámal Erik Djurhuus læt handillin upp. Seinni kom maki hansara, Anette Sonne, at arbeiða saman við honum. Í dag eiga Beinta Vilmundsdóttir og maki hennara, Fróði Poulsen, fyritøkuna.

Orkis í Saltangará er elsti núverandi blómuhandil í Føroyum, og hin 3. apríl í ár hevði handilin 40 ár á baki. 

 

Navnið hevur handilin eftir føroysku orkidé’ini, børkubónda, og á latínskum kallast plantuættin, sum børkubóndi er av, orchis.

 

Orkis læt fyrstu ferð dyrnar upp hin 3. apríl fyri 40 árum síðan á Heiðavegi í Runavík.

 

Tað var Sámal Erik Djurhuus, sum læt handillin upp. Seinni kom maki hansara, Anette Sonne, at arbeiða har saman við honum.

 

Í dag eiga Beinta Vilmundsdóttir og maki hennara, Fróði Poulsen, fyritøkuna, sum tey keyptu í september í fjør.

 

Beinta hevur lært til blómubindara í Orkis og stutt eftir, at hon var útlærd, keyptu hon og makin handilin.

 

- Vit hava eitt breitt vøruúrval og nógvar vørur av góðari góðsku. Vit ganga høgt upp í haldføri, soleiðis at keyparin fær meira gleði av tí, sum keypt verður.

 

##med2##

 

Eigarin sigur, at Orkis eisini gongur høgt upp í umhvørvið, og tey royna at minka um nýtsluna av óneyðugum pakkitilfari.

 

- Vit eru soleiðis farin at pakka blómutyssi inn í pappír ella endurnýtslupappír, sigur Beinta Vilmundsdóttir.

 

Í samband við merkisdagin, nú blómuhandilin hevur 40 ár á baki – og 40 ára royndir aftan fyri seg – bjóðar Orkis í dag kaffi, køkur og góð tilboð, og handilin hevur opið í dag til klokkan 16.

 

 

Sámal Erik Djurhuus læt handillin upp. Seinni kom maki hansara, Anette Sonne, at arbeiða saman við honum. Í dag eiga Beinta Vilmundsdóttir og maki hennara, Fróði Poulsen, fyritøkuna.