Sum er kemur mestsum øll orka í heiminum frá tveimum høvuðskeldum: olju og kjarnorku. Bróðurparturin kemur frá olju. Hon hevur tann fyrimunin, at hon eisini kann nýtast til flutningsfør, bilar, skip og flogfør. Báðar nevndu orkukeldur eru ikki varandi.
Tørvurin á olju er so stórur, at prísurin nú bara økist. Tað má ikki roknast av leið, at oljuprísurin um 5 ár er 120 dollar fyri tunnuna. Í løtuni er prísurin umleið 80 dollar. Orsøkin til, at oljuprísurin nú økist aftaná í nærum 80 ár mestsum at hava staði í stað, er, at oljuframleiðslan ikki klárar at nøkta tann ovurstóra og bara vaksandi tørvin. Lond sum Kina, India, Brasilia hava risa búskaparvøkstur. Vøkstur, sum kemur at standa við. Tað verður serliga oljunýtslan til el-framleiðslu og upphiting av húsum, ið verða rakt av vaksandi oljuprísunum. Tí flutningsførini mugu hava olju. Aðrir orkumøguleikar eru til framleiðslu av el og til upphiting av húsum.
Aðrar orkukeldur enn olja og kjarnorka finnast. Nøkur av okkara grannalondum Norra, Svøríki og Ísland eru vælsignaði við vatnorku í stórum nøgdum. Hetta hevur verið teimum til stóran fyrimun. Tey hava í mong ár havt sera lágar el-prísir. Hóast bíliga el-orku eru tey tó noydd at innflyta olju til flutningsfør. Nøgdin av vatnorku er sera avmarka í øllum heiminum. Bert nøkur fá lond eru so heppin at hava hesa orkukeldu. Føroyar eru ímillum hesi.
Seinastu 30 árini hevur verið gjørt nógv fyri at gagnnýta eina aðra varandi orkukeldu, nevniliga vindorku. Vindorka finst í stórum nøgdum í heiminum. Tí er áhugin fyri henni so alstórur. Men vindorka hevur tann vansa, at viðhvørt er eingin vindur, og ikki kann hon goymast sum vatnorka. Tí er vindorka ikki altíð tøk. Men útbyggingarkostnaðurin fyri hesa orku er tó kendur.
Aðrir orkumøguleikar eru ikki tøkir í Føroyum. Sól er ov lítið av til sólarorku. Sjóvarfallsorka og alduorka er bara tíðliga á menningarstiganum, og kunnu tí komandi nógvu árini ikki gagnanýtast til kappingarføran prís. Liggjast má tó ikki á láni her heldur. Arbeiðast má við at menna hesar orkukeldur á ein skilagóðan hátt.
Tann ósemja, sum í løtuni er um orkuútbygginarnar hjá SEV, snýr seg nevniliga í ein stóran mun um kappingarføran prís. Eitt sindur verður tosa um verju av náttúruni.
Tosa vit fyrst um verju av náttúruni, so er tað soleiðis, at allar orkuútbyggingar ávirka náttúruna á ein ella annan hátt. Olja og kjarnorka hava mest negativu ávirkanina. Stráling frá kjarnorkuni, og útlát av ymsum evnum, carbonoxidum, nitrogenoxidum og svávuloxidum, umframt dusti frá oljuverkum. Vindmyllurnar skemma kanska náttúruna og vatnorka ger, at minni vatn er í ymsum áum umframt at øki leggjast undir í vatni.
Tá ið hugsa verður um tað ávirkan olja og kjarnorka hava, so eru árinini av vindorku og vatnorku ikki nevniverd. Støðan er bara tann, at eingin hevur tosa um tað ógvusligu negativu ávirkan, ið olja hevur á umhvørvi. Fylgjurnar síggjast ikki við tað sama. Í seinastuni er tó CO2 útlátið komi við í útrokningarnar. 3 kg CO2 fyri 1 kg av brendari olju.
Viðvíkjandi gagnnýting av náttúrini er sum heild at siga, at um dyrkast kundi hveiti í Føroyum, ja so var øll jørð í Føroyum hveitiakrar. Men sum Rasmus Effersøe yrkir: ”Har búnast ikki eik og fur, ei búnast hveitiakrar”. Men vit hava tó annað tilfeingi, harímillum vatn og vind, sum neyvan nakar hugsar um sum eitt tilfeingi. Men fara vit inn á Hagstovuna og hyggja at innflutninginum, so vóru í 2009 innfluttar fyri 500 mill. kr. í matvørum og fyri 650 mill. kr. av olju. Í 2008 vóru tølini ávikavist 510 og 1050 mill. kr, tá oljuprísurin var hægri. So vatn og vindur eru eitt sera týdningarmikið tilfeingið. Matvørurnar sleppa vit ikki undan at innflyta, men orkuna hava vit møguleika at framleiða sjálvi. Oljuna til skipini tó undantikin.
So kemur spurningurin um prís. Hvørjar møguleikar hava vit fyri at byggja út tær báðar orkukeldurnar, ið tøkar eru: vatn og vind? Viðvíkjandi vatnorkuútbyggingum er tað bara ein spurningur um prís. Útbyggingarnar eru sera dýrar. Neyðugt er at gera okkurt munagott fyri at minka um henda kostna. SEV, land og komunur eiga at tosa saman og finna aðrar hættir at fáa vatnútbyggingarnar framdar enn á verandi hátt, ið er ovurdýrur. Nýggjar útbjóðingarhættir, feløg, ið átaka sær at byggja út, betri fígging o.s.v.
Viðvíkjandi vindorku er trupulleikin reglusemi, ið neyvt sagt er sum vindurin blæsir. Finnast má uppá hættir at stabilisera vindorkuna. Tosa hevur verið um at pumpa vatn uppaftur, akkumulatorgoymslu, so motorarnir á Sundi kunnu startast, tá ið vindurin er ov nógvur og ov lítil. Her eru tíverri ikki nógvir møguleikar. Oljumáttur má tí altíð vera í eini back-up skipan.
Annað er, at hitapumpurnar hava fingið so høgt nyttustig, umleið 3 kWh av hita fyri hvønn kWh av el-orku. Hetta kundi gjørt tað møguligt hjá SEV, at fari at hugsa um at útbyggja el-orkuna til eisini at veita alla orkuna til upphiting av húsum í Føroyum. Hetta vil tvífalda el-orkutørvin (mín fyrsta meting). Samstundis høvdu vit sloppið undan øllum innflutningi av olju til upphiting. Stórdriftin kann gera, at SEV kann veita el-orku bíligari. Hetta er jú knúturin. Hvat verður prísurin á hvørjum kilowatttíma. Nevnda uppskot krevur stórar útbyggingar av varandi orku. Øll tøk vatnorka má útbyggjast. Restin má so koma frá vindmyllum. Oljuverkið á Sundi má so veita back-up, tá ið einki vatn og eingin vindur er. Á henda hátt kunnu vit minka almikið um tørvin á olju. Koma el-bilarnir, er hendan loysnin enn betri. Tá sleppa vit eisini undan øllum bensin innflutningi til bilarnar.
Ein orkuloysn nakað sum omanfyri nevnd kann betra livilíkindini her á landi munandi. So tað er bara at bretta upp um armar og fara í gongd við at rokna uppá ymsu møguleikarnar, alternativini.
Og so fáa útinnt nakað í verki.
Nakað annað er, at neyðugt er at tálma eksponentionella (rentes rente) vøksturin í orkunýtsluni. Verður tað ikki gjørt er alt annað mestsum til fánýtis.