Ummæli
Tað krevur sín mann at standa fremst á pallinum og av øllum hjartanum syngja. rappa og brøla í útvið hálvan annan tíma, meðan kaldi føroyski vindurin blæsur oysregnið beint inn í andlitið á tær. Uppaftur meira krevur tað, tá tú til dagligt býr í nógva hitanum í Kalifornia, og bert 48 tímar frammanundan ert farin úr 36 hitastigum. Sangarin í Pillar viðgekk eisini, at hann var sera kaldur, har hann stóð at kroppi. Men hetta hoyrdist ikki á framførsluni.
Heldur ikki hoyrdist tað, at teir høvdu jet-lag av longu ferðini úr Kalifornia til Føroyar, umvegis Bergen. Pillar er NU-metal, í stíl við bólkar sum Linkin Park og Limp Bizkit. Gjøgnumført og væl spælt.
Fullkomiliga rock’n’roll
Í samrøðu við Portalin fríggjakvøldið segði trummuleikarin í Pillar Lester, at teir fóru at geva áhoyrarunum rock’n’roll, og tað var júst hetta vit fingu, framførslan var fullkomiliga rock’n’roll. Teir buldraðu og brakaðu og fingu nokkso gott lív í áhoyrarafjøldina, sum hesa løtuna var rættiliga stór. Ikki minst orsaka av frálíka trummuspælinum hjá Lester, ið spældi við stórum yvirskoti. Hóast tað oysti niður megnaði Pillar at halda áhoyrarunum á festivalplássinum. Tað kemst tó ikki uttanum, at regnið ávirkaði lagið millum fólk nakað, og framførslan kundi verið uppaftur betur, um verðrið var til vildar.
Lat tað vera sagt, at Pillar á ongan hátt er ein nýskapandi bólkur, einki sum teir gjørdu, kundi ikki eins væl verið gjørt av einum øðrum av rúgvuni av amerikanskum NU-metal bólkum, men á okkara leiðum var hetta ein forkunnug uppliving. Pillar vóru sannførandi, ikki minst tí rávøran var góð, løgini vóru góð NU-metal løg, fleiri vóru sera fangandi og syngi-við-góðskan í niðurløgunum var høg.
Orkufullur endi
NU-metal er orka og Pillar er nógv orka, sum endi á einum festivali, hevur orkan nógv at siga og á hesum veðurbarda festivali, var gott at uppliva orku, ið ikki var natúrorka. Stutt sagt, var framførslan hjá Pillar ein góður endi á Fjarðafestivalinum 2007.