Orsaka, eg eri eisini føroyingur — hví grindahvalir eiga at fáa frið!

Tí er tað ikki ein spurningur um at “um bara tey vístu størri kulturelt forstáilsi” og royndu at býttisgera seg so at kunna skilja “naturfolk”, hvat hasin brúkiligi idioturin av einum føroyavini ætlandi heldur um okkum “eisini-føroyingar”

Vit síggja teir, vit fegnast, vit kringa teir, vit geyla, vit jagstra teir, vit ýla, vit pína teir, vit ýla eitt sindur meira, vit drepa teir, vit fáa avgongu, vit eta teir, vit ropa!
Hetta ljóðar ikki serliga veraldarvant, og er hetta eisini hin primitiva mannagongdin, tá ið føroyskir menn grýta siviliseraðu klæðini á gólvið og tríva í minnilutamentan. Hvat verri er, við hesum velja vit at blaka tann endaliga moralska sannleikan fyri borð: at vit hava skyldu til at gera tað, sum fer at hava frægastu avleiðingar fyri øll hasi, ið verða ávirkað av okkara gerðum.
Hinvegin, so eru føroyingar ikki endiliga kendir fyri at hava 100 ár av upplýsing í blóðinum, og trumfar grindaupplivilsið við seinnimeiri kóki tí einhvørja umbøn um, at menniskjað hevur skyldu til at leggja uppfyri, hvussu vit ávirka onnur. Altso, alt livandi.

Umbønin um at lata grindahvalir fáa frið stavar ikki frá bíligum kenslupolitikki av Amnesty-slagnum, men eini modernaðari og avbjóðandi gagnsemis- og avleiðingarlæru. Ein læra hjá Peter Singer, verðsins mest týðandi etikara.
Læran er styðjað av vísindaligum frambrotum og hevur til endamáls at elva til eina etiska kollvelting við støði í upplýsingartíðini, hvørs setningur jú var at bjóða galdandi hugsanum av. Hetta er ein læra, ið tvingar mannaættina at skoða seg á øðrvísi hátt; og tessvegna eisini ein, ið tvingar okkum at endurskoða hvussu vit skoða hini, djór at navni. Hon greiðir frá um etiskt sambæri og rættindini hjá serliga primatum, men eisini hvalum.
Og, bara so tú veitst tað, so er henda kollvelting longu væl á veg.

Mong halda tað óivað vera mótsigandi at veita djórum menniskjagrundað rættindi. “Heilt seriøst, er tað ikki býttisligt at festa eitt reint menniskjaligt fyribrigdi upp á eitt djór, sum ikki skilur nakað slíkt?”
Men ein og hvør, ið veitir nýføðingum ella brekaðum mannaverum rættindi, má eisini vera villigur at veita verum rættindi, ið heldur ikki skilja hugtakið. Tað eru teir moralsku aktørarnir, teir við førleikanum at handla, ið hava tørv á at skilja hugtakið. Hasi, vit veita rættindi, tað veri seg sjimpansur ella ógvusliga brekað børn, hava ikki tørv á at skilja hesi hugtøk.
Lat meg dýpa. Er tað til dømis rætt at drepa brekað børn? Jú, tað er tað, um tað samanumtikið tænir barninum!
Nógv halda slíka meining vera uppskakandi. Kortini stuðla hesi so heilhugað rættinum hjá kvinnuni at drepa “fostrið”, sum aftaná umleið tólvtu viku ikki longur er eitt fostur, ella mannalív, men eitt menniskja.
Men etiskt er ikki nakar skilligur munur ímillum eitt 20 viku gamalt menniskja og ein nýføðing. Ella, eins og Peter Singer so beinrakin sigur: “Einki magiskt hendir undir føðingini.”
Hetta merkir, at júst sum vælangandi nýføðingar hava rætt til ikki at verða skornir á háls, hava 5 mánaða gomul menniskju (í móðurlívinum) rætt til ikki at verða myrd.
Men, og hervið kjarnin, hetta er ein rættur, vitonnur, í leiklutinum sum moralskir aktørar, vit, ið skilja hugtakið “rættindi”, hava veitt.

Á akkurát sama hátt sum vit bólka hasi tilhoyrandi mannaættina eftir virði, grundað á førleikar, soleiðis eiga vit eisini at bólka hasi tilhoyrandi djóraættina eftir virði. Eftir hesum trumfa tær evstu verurnar innan djóraslagið, primatar og hvalir, tey alraveikastu innan mannaslagið, ógvusliga fjølbrekað børn og aðrar grønertur—faktum! Og soleiðis, á sama hátt sum vit fordøma rasismu og sexismu, eiga vit at fordøma slagismu uttan mun til um tú keðir teg í Korsør ella roynir at broyta verðina við at bungy-jumpa Kalifornia runt. Ja, í grundini biði eg teg ikki um annað enn at víðka um hasa ringrásina, ið hevur við moralskt umhugsni at gera.

Í Animal Liberation frá 1975 spurdi Peter Singer granskarar—heldur hevdandi—um teir nú eisini høvdu verið fúsir at gjørt royndir við mannaverum á sama andaliga støði sum primatar ella súgdjór, eitt nú grindahvalir. Altso, gjørt royndir við ógvusliga menningartarnaðum “menniskjum”:

“A prejudice against taking the interests of beings seriously, merely because they are not members of our species, is no more defensible than similar prejudices based on race or sex”

Nettupp kjakið um hvørt tað skal vera loyvt at gera royndir við primatum er eitt gott dømi um henda myrkursins ágang. Sum vit hyggja eftir tí næstu grindini, er eitt álvarsligt kjak um vit heimilað kunna brúka apur sum reiðskap, mannaættini at frama.
Vísindin hevur staðfest, at ein vaksin gorilla hevur sama førleika at samskifta, somu samansettu kenslur, sama førleika at perspektivera, sama førleika at hugsa og droyma, og sama førleika at føla pínu sum ein brekaður vaksin, og tí betri førleikar enn eitt fjølbrekað 3 ára gamalt barn.
Tí eiga vit bert at gera royndir við gorilluni, um vit eisini eru villig at gera hesar somu royndir við einum fjølbrekaðum smábarni. Hetta er etiska avleiðingin ella, um tú vilt, kaldgløggi sannleikin. Ein sannleiki, kann eg líka skoyta uppí, sum Tony Blair í síni forsætismálaráðstíð viðurkendi við at banna øllum royndum við framstaddum verum tilhoyrandi djóraættina.

Sum so leiðir okkum til hvalir. Hvalir hava rættindi, men ikki rættindi samsvarandi við okkum menniskju. Men teir hava rættindi samsvarandi við tey veikastu av okkum, tey alraveikastu, tey andaliga fjølbrekaðu og ógvusliga elliviknaðar borgarar—ja, “mannalív”.
Og hvalir, enntá grindahvalir, sum ikki teljast millum teir mest fullmentu av sínum slag, standa faktiskt ikki bert fjølbrekaðum og álvarsliga senilum borgarum kurl, men bera í ávísum føri yvir við teimum.

Tað er tó ikki bert, tá ið tað kemur til grindahvalin, at føroyskur moralur er eins flótandi sum ein bytta av máling blakað á eitt lørift hjá ein av Kinnusa heldigu vinum.
Í donsku sendinevndini í Altjóða Hvalaveiðunevndini eru opinberiliga tveir ymiskir “skúlar”: ein danskur og ein føroyskur. Meðan tann danski er ímóti stórhvalaveiðu punktum, heldur tann føroyski tað vera ókey at drepa stórhval... bara ikki allar. Rómareyður av yvirhuga, og í tráð við tjóðskaparliga drekkamunsrealismu, biður Jørgen Niclasen óforstandandi útlendingar at hoppa og renna, tá ið tað kemur til hvalaveiðu, men ikki so nógv hetta, tá ið tað kemur til fisk, kvotur og “burðardygga” veiðu; tá eru útlendingar knappliga ein sera týðandi faktorur í føroysku atburðs-líkningini.
Støðan hjá føroysku sendinevndini er moralskt heilt ósambærilig. Tá ið vísindin ósvitaliga greiður frá, at heildarførleikin hjá havsúgdjórum er javnur við hann hjá teim alraveikastu av okkum, hvussu kann hetta tá skiljast øðrvísi enn at tann føroyski skúlin faktiskt eisini heldur tað vera ókey at drepa menningartarnað í Vági... bara ikki øll.
Ja, sum amerikanarir siga—go figure!

Í lærubókum til føroyska fólkaskúlan verður bíligani yvirnationalistiskt, og heilt óærligt greitt frá, at andstøðan til hvalaveiðu stavar frá fávitsku. Altso, um bara tey vistu betri, “settu seg inn í tingini” og la-la-la. Viðurkennandi, nøkur teirra vita ikki, at talan er um “veiðu”, ikki “jakt”; ella at hvør einasti hvalur verður taldur og skrásettur, ella at demokratisk val verða skúgvað til viks um grindaboð er.
Men óansæð hvat hasin amatør-kjakarin úr Korsør hevur fingið at vita og nú billar sær inn, so líður hatta ógvusliga samansetta djórið faktiskt ein grimman og pínufullan deyða samtíðis sum tað apsalutt onki ynski hevur um at doyggja—harav royndin at sleppa sær undan føroyskum barbárum... opinberiliga vælstuðlaðir av træklemmandi anti-ídnaðardiddum í oljuriknum heimbýli: eg meini, hvat hevði Josefina Smith sagt til at verið umaftur og umaftur og umaftur høgd í av sex-svangum føroyingum fyri síðani at verða skorin á háls?
At grindahvalurin hevur sera útviklaðar kenslur, følir ovurhondspínu, er frágera førleikasterkur við góðum perspektiveringsevni (alt førleikar, vit meta virðið á menniskjum eftir—um tú vilt tað ella ikki), vita hesir dálkandi og forbrúksglaðu einstaklingar úr stórbýnum bara nakað so væl. Av hesum er tað ikki ein spurningur um at “um bara teir vístu størri kultur-toleransu, hasir metroseksualistarnir” og royndu at býttisgera seg sjálvar so at kunna skilja “naturfolk”, hvat hasin brúkiligi idioturin av einum føroyavini ætlandi heldur um okkum “eisini-føroyingar”.
Flest teirra vita eginliga rættiliga nógv, men halda altso allíkavæl drápið vera ógóðtakiligt. Sum próvgrund brúka hesi sera vælupplýstu fólk proppað við prinsippum, tíbetur, eina asins rúgvu av ismum, til dømis utilitarismu og humanismu. Sama humanisma, übernationalisturin úr Korsør roynir at spotta. Men eisini sama isma, dupultmoralska bygdafrellið er bundið og gerandisliga nýtur gott av.
Forrestin, Josefina “eg hati olju”-Smith, grundin til, at vit etiskt kunnu heimila svínadrápi, tóað svínini mestsum eru eins vitborin og grindahvalurin, er vegna nyttuvirðið, utilitarisma, sum er eitt hugtak eins og “natúrfólk”, “mannalív”, “menniskja”, “tilverurættur” og “ótolandi konverteraður ultraføroyingur” er tað.
Menniskjaslagið er týdningarmeiri enn djóraslagið, og tí er tað oftast ok at drepa síðstnevnda slag. Og tá ið svínakjøt heldur lív í einum totalum ótali av fólki tvørvegis knøttin, kann tað verjast at slakta ein grís, “strongdur” ella ei. Men ikki grindahvalin, ella nakran annan hval fyri tað, av effinett somu grund sum tað akkurát er í lagi at avlíva svínini: TÍ TAÐ YVIRHØVUR IKKI ER NEYÐUGT!
Tað er tað altso ikki... Einaferð var tað kanska neyðugt—sjálvt um eisini henda smásøga í alt størri mun tykist vera ein myta. Men ikki longur, og tí er tað ikki tað sama sum at “taka rís frá kinverjum”. Nú, hinvegin, er grindadráp bert ein avskeplað og barnslig mentan vard av “kulturrelativismu”, eitt politisk herróp í niðurgongd, og rættliga so. Tí leggi eg sjálvandi eisini líka í, hvørt djóraslagið er hótt, nokkso hótt ella slettis ikki hótt. Tað er ikki poengið.

Annars, hetta her við at “hava rætt til” skal sjálvandi síggjast í samband við skylduhugtakið. Tí at hava rætt til at liva merkir, at onnur hava skyldu til at lata vera við at drepa teg. Grindadráp gongur beint ímóti hesari skyldu, og eigur tessvegna bannast.
Grundin til munarviðferð er, at hvalir eru minni tilvitandi um sjálvan seg, og at hvalir hava eitt kenslulív, ið ikki stendur mát við tað hjá menniskjum. Tað er ikki tí at: “Jú men, vit tosa um djór, um hvalir, for fanin”!
Hetta er fordómsupplestur, ikki nøkur grundgeving. Hetta er slagisma. Hetta er at gera mun á okkum og teimum vegna slag í eini óskilvísari roynd snávandi at penta saman eitt aftursvar, ið sigur hvalaveiðuandstøðingum ímóti.
Tá ið tað eru haldgóð prógv um, at allir hvalir eru kenslusamar, skilagóðar og sosialar verur við einum veruligum moralskum virði, so kann tað jú—uttan so at tú ert slagistur!—gera tað sama, hvørt hesar verur hoyra til mannaættina ella djóraættina.
Tessvegna er bert eftir at staðfesta, at rætturin hjá grindahvalum at liva í ovurmát vigar uppímóti einhvørjum mentanarligum ágóða, ið Føroyar og hissini tvørball úr Korsør í síni skortandi upplýsing so primitivt verja seg við.