Hvørja einastu ferð seinastu tíggju árini onkur hevur framt yvirgang móti amerikanskum áhugamálum, so hevur FBI knýtt nevan og hótt Osama bin Laden. Sambært USA, so hevur bin Laden sum oftast ein fingur við í spælinum, tá yvirgangur verður framdur ? serliga móti amerikanskum áhugamálum. So var eisini tá Oklahoma-bumban brast í 1993. Amerikanskir myndugleikar vóru skjótir at knýta palestinskar yvirgangsbólkar til bumbuna ? og aftanfyri mundi bin Laden standa. Seinnin vísti tað seg at amerikanar høvdu víst á skeivan fígginda. Fíggindin var í veruleikanum Timothy McVeigh. Ein amerikanskur ungdómur sum í 1990 var ein av hermonnunum sum USA sendi til Irak undir Flógvakrígnum. Tá Tim McVeigh kom heimaftur til fosturlandi fekk hann hvørki arbeiði ella tann heiðurin hann hevði vónað. Í staðin legði hann alt hatur á amerikansku myndugleikarnar. Hetta hatur førdi til at hann í 1993 sprongdi ein almennan bygnming í Oklahoma í luftina..
Tá amerikansku sendistovurnar í Dar-es-Salam í Tanzania og í Nairobi í Kenya blivu sprongdar í luftina í 1998, so knýttu amerikanar enn einaferð Osama bin Laden til yvirgangin. Úrslitið var at USA framdi álop á Sudan og Afghanistan sum hevnd.
Eisini tá kríggsskipi USS Cole bleiv søkt í Jemen fyri fáum mánaðum síðani vendi FBI og USA ákærunum móti Osama bin Laden.
Tá fýra flogfør fyri viku sídani vóru rænd og trý av teimum brúkt til at sprongja World Trade Center og partar av Pentagon í luftina, ja so var Osama bin Laden enn einaferð ákærdur fyri at standa aftanfyri. Ákærurnar móti bin Laden komu longu áðrenn ein við vissu kundi siga at her var talan um yvirgang.
Vinur bleiv fíggindi
Usama Bin Muhammad Bin Ladin, Shaykh Usama Bin Ladin, Prinsurin, Emirurin, Abu Abdallah, Mujahid Shaykh, Hajj, Leikstjórin. Hetta eru øll nøvn sum tann ríki amerikuhatarin Osama Bin Laden hevur brúkt. Hann er upprunaliga úr Saudi-Arabia og er sera ríkur. Seinastu tíggju árini hevur hann ferð aftaná ferð verið knýttur til yvirgangsatsóknir, og í londum sum USA, øllum Vestur-Europa og í Russlandi so eru myndugleikarnir ikki í iva um at her er talan um ein óvanliga vandamiklan mann.
At hann er múgvandi og hevur eitt umfatandi kervi eru flestu yvirgangsserfrøðingar á einum máli um. Eisini tykist semja vera um at hann seinastu tíggju árini hevur verið upphavsmaður til fleiri atsóknir móti USA bæði í USA og móti amerikanskum borgarum og áhugmálum í útheiminum.
Støðan er eisini tann at jú meir hatur USA og amerikanskir myndugleikar vísa yvirfyri Osama bin Laden, størri hetja gerst hann í ávísum islamskum umhvørvum kring heimin. Men hvør er hesin maðurin sum USA leggur undir at fremja so nógvar óndar yvirgangsatsóknir móti amerikumonnum.
Upprunaliga kom familjan hjá Osama bin Laden frá Jemen. Familjan flutti til Saudi-Arabia beint aftaná seinna heimsbardaga. Pápin, byggiharri og sjeikur Mohammed bin Laden, gjørdist múgvandi tá hann stóð á odda fyri stórum vegætlanum gjøgnum oljuøkini í Saudi-Arabia. Í 1957 bleiv Osama bin Laden føddur, sum yngsti sonur í familjuni.
Amerikuvinur
Osama bin Laden gjørdis múgvandi tá hann arvaði stórar peningaupphæddir eftir pápanum. Hesa arvaupphædd hevur hann duga væl at umsita. Í dag skal hann eiga virðir fyri umleið tríggjar milliardir amerikanskar dollarar. Men Osama bin Laden hevur eisini havt aðrar inntøkur. Millum annað hevur USA verið honum ein hollur fíggjarligur stuðul.
Osama bin Laden hevur ikki alltíð havt eitt ringt eyga á amerikufólk. Tvørturímóti var sambandi millum Pentagon og bin Laden sera gott einaferð í tíðini. Tá Sovjetsamveldið undir jólahøgtíðini í 1979 leyp á fjallalandið Afghanistan fyri at stuðla eina sovjetvinarliga stjórn, hevði USA brúk fyri leigusveinum sum kundu stuðla andstøðuni. Tann afghanski jihad fekk stuðul úr USA, Pakistan og Saudi-Arabia. Miðeystur-serfrøðingurin Hazhir Teimourian meinar at Osama bin Laden hesa tíðina fekk sera góða útbúgving gjøgnum CIA.
Bardagarnir í Afghanistan hava lagt lunnar undir tað yvirgangsvirksemi sum Osama bin Laden hesi seinnu árini skal hava staðið á odda fyri.
Meðan bin Laden stríddist móti sovjettisku hermonnunum í Afghanistan fekk hann orð á seg fyri at vera ein dugnaligur fyriskipari sum tordi at seta nakað í vága.
- Krígsárini førdu við sær at Osama bin Laden fekk samband við nógv fólk, og hesi eru í dag ein partur av tí kervinum hann í brúkar, sigur Gavin Cameron, granskari á lærda háskúlanum í Salford í Stórabretlandi, í samrøðu við norska blaðið Ny Tid.
Útvístur
Aftaná eina tíð í tí kríggsherjaða Afghanistan fór Osama bin Laden heimaftur til Saudi-Arabia. Heimkomin stovnaði hann felagsskapin Al-Qaeda ? "Støðin". Hann var eisini í andstøðu til tí saudisku kongafamiljuna. Bin Laden meinti at kongadømi var fylt av rotinskapi og vesturlendskum bandittum sum ikki fylgdu islam.
Í 1991 fær saudiska kongafamiljan nokk av Osama bin Laden og gevur honum boð um at hann er óynsktur í landinum. Hetta hóast hann er føddur og uppvaksin í landinum og hevur saudi-arabiskt pass. Grundgevingin fyri at senda hann út av landinum er hansara andstøðuvirksemi.
Osama bin Laden flýggjar til Sudan. Har fær hann frið í fimm ár. Tá noyðir ameranski forsetin Bill Clinton sudansku myndugleikarnar til at útvísa Osama bin Laden. Bin Laden stingur í sekkin og setur kósina enn einaferð móti Afghanistan.
Við sínum fíggjarliga og hernaðarliga stuðli til Taliban-stjórnina, velur Taliban at taka ímóti bin Laden sum einum gesti. Men USA vil hava hendur á Osama bin Laden. Hesum avvísur Taliban-stjórnin og vísir til at Osama bin Laden ikki hevur møguleika at hava samskifti við umheimin. Taliban vísir eisini til at bin Laden ikki hevur atgongd til fylgisveinasamskifti.
Sundurbumbaða Afghanistan hevur ikki somu atgongd til alnót og nýmótans tøkni sum vit kenna til. Tí er fylgisveinatelefon nærum einasti møguleiki fyri at koma í samband við umheimin tá ein er staddur í fjallalandinum. Fylgissveinasamskifti kann lætt eygleiðast hjá eini fregnartænastu sum CIA. Álíkavæl hevur tað ikki eydnast at vísa á hvar Osama bin Laden er.
Amerikumenn meina at Taliban ikki sigur satt, men at Osama bin Laden er serstakliga virkimn, og stýrir virksemi sínum úr Afghanistan. Hann skal hava venjingarlegur fyri komandi yvirgangskroppar bæði í Afghanistan og í Sudan.
Men eingin tykist vita hvussu stóra makt Osama bin Laden hevur á teimum ymsu bólkunum sum eru knýttir til Al-Qaeda-kervi. Tað tykist vera stór óvissa um hvussu nógv fólk eru knýtt til Al-Qaeda, men einstakar gitingar siga umleið 3000 persónar.
- Vit kunnu í dag ikki siga hvussu nógvar stuðlar Osama bin Laden hevur. Al-Qaeda er ikki ein bólkur sum vit vanliga kenna bólkar, men eitt kervi. Sjálv kjarnan er rættiliga lítil við bert fáum limum. Men teir ymsu bólkarnir í kervinum njóta gott av fíggjarligum stuðli, hjálp til at skipa seg og at læra upp fólk. Hetta er tað bin Laden sum syrgir fyri, sigur Gavin Cameron.
Hatar USA
Tey sum hava kannað fleiri av yvirgangsatsóknunum móti amerikanskum áhugamálum eru ikki í iva um at Osama bin Laden hevur eitt heimsumfatandi kervi. Serfrøðingar halda seg við vissu kunna siga at Osama bin Laden hevur samstarv við bólkar sum eru í Afghanistan, Bosnia, Tsjetsjenia, Tadsjikistan, Somalia, Jemen og Kosovo.
Osama bin Laden, sum jú fekk CIA-upplæring, fór av álvara at venda haturinum móti USA fyri umleið 12 árum síðani. Tað var serliga tá táverandi amerikanski forsetin, George Bush tann eldri, brúkti herstøðir í Saudi-Arabia til at leypa á Saddam Hussein og Irak undir Flógvakrígnum. Í 1996 kom bin Laden vid eini fatwa ? heilagum kríggi ? móti øllum amerikanskum.
Men hvat er tað sum fær bin Laden til at halda fram kríggj sítt. Sambært Cameron eru tað í høvuðsheitinum trý mál sum bin Laden hevur. Fyrsta mál er at oyðileggja og fáa út alt vesturlendskt, serliga amerikanskt, úr heimlandi hansara Saudi-Arabia. Bin Laden meinar at tað er ímóti islam at tað eru vesturlendskar og projødiskar herstøðir nær teimum heilagu býunum Medina og Mekka. Næsta mál hansara er, sum ein góður muslimur, at fáa út allar jødar úr Jerusalem. Jerusalem er eisini heilagur býur fyri muslimar, og liggur sum nummar trý aftaná Mekka og Medina. Tað triðja høvuðsmálið hjá Osama bin Laden er at fáa steðga vesturlendsku forfylgingini av iranska fólkinum.
Gavin Cameron meinar at hetta seinasta málið ikki er tað sum liggur bin Laden nærmast, men hetta er ein søk sum lætt kann geva honum fólkaligan stuðul í muslimskum londum.
Atsóknirnar
Tann fyrsta atsóknin móti amerikumonnum sum kann knýtast til bin Laden kom í 1992. Tá blivu tvey hotell som amerikanskir hermenn búðu á sprongd. Hermenninir vóru á veg til Somalia. Eingin amerikumaður bleiv skaddur av bumbunum.
Osama bin Laden verður eisini settur í samband við teir sum í 1993 sprongdu eina bumbu í kjallaranum undir World Trade Center. Tá doyðu sjey fólk. Amerikanska fregnartænastan er ikki í iva um at Osama bin Laden samstarvaði við tann egyptiska bólkin sum stóð fyri sjálvari bumbuni.
Seinni skal hann hava staðið aftanfyri álop á amerikanskar herstøðir í Saudi-Arabia, bumburnar sum sprongdu sendistovurnar hjá USA í Kenya og Tanzania í luftina í 1998. Osama bin Laden skal eisini hava verið heilin aftanfyri eina tilrættilagda atsókn móti flogvøllinum í Los Angeles í 1999. Hendan atsóknin bleid steðga í seinastu løtu. Bin Laden skal eisini hava verið í samband við tann bólkin sum søkti oyðarin USS Cole í Jemen í 2000.
Og so komu teir 85 minuttirnir sum heimurin ikki hevði rokna við. Álopini á World Trade Center og Pentagon við ferðafólkaflogførum týsdagin í farnu viku.. Flestu serfrøðingar innan yvirgang eru ikki í iva um at her hevur Osama bin Laden fingurin við í spælinum uppá ein ella annan hátt.
Gavin Cameron sigur í samrøðuni við Ny Tid at tað er nógv sum bendir á at Osama bin Laden er sjálvur tilrættaleggjarin aftanfyri atsóknirnar, men at fleiri bólkar hava samstarva um atsóknirnar.
Cameron sigur at sjálvt um ein kann siga at bin Laden hevur havt fingrarnar við í hesum atsóknunum, so er ógjørligt at siga hvussu stóran leiklut hann hevur havt. Bólkarnir sum hava samstarva eru sjálvstøðugir og ilt er at meta um hvussu nógv teir vita um hvønn annan, og hetta er nakað vesturlendskir myndugleikar vita alt ov lítið um at siga.
Fregnartænasturnar á skeivari leið
Tað eru fleiri serfrøðingar sum vísa á at serliga tann amerikanska fregnartænastan hevur leita á fullkomiliga skeivum stað tá teir hava roynt at fylgja við í virkseminum hjá bólkunum og persónunum sum kunnu knýtast til Osama bin Laden. USA hevur brúkt nógva orku til at avdúka hvat bólkarnir hava gjørt um fylgissvein og alnótina, umframt at ein hevur verið bangin fyri at bólkarnir hava roynt at byggja upp kemisk og biologisk vápn.
- Í staðin so hava yvirgangskropparnir brúkt púra vanlig vápn á ein sera óvanligan hátt. Men tað sum er størsti trupulleikin hjá vesturlendsku fregnartænastunum er tær ikki hava megna at fáa persónar innan bin Laden-bólkarnar at samstarva og avdúka virksemi hjá hesum somu bólkunum, sigur Cameron.
Fyri fregnartænasturnar er tað eisini eitt haft um beinini at tær ikke hava havt evnini til at skilja tey tekini sum eru komin í summar um at okkurt var í ferð við at henda. Fyri USA er tað eyðmýkjandi at vita tey árliga brúka um 300 milliardir krónur til fregnartænasturnar, og so kundu tær ikki avdúka at nærri 20 yvirgangskroppar hava lagt til rættis álop inni í USA. Fleiri av persónunum hava eisini verið í longri tíð í landinum uttan at CIA og FBI hava kunna avdúka at teir ikki høvdu reint mjøl í posanum.
Neyvan nógvar fjepparar
Sjálvt um Osama bin Laden tykist at fáa stuðul frá muslimskum londum, so eru serfrøðingar á einum málið um at bin Laden ikki hevur nakað stórt tal av fjepparum. Talan er heldur um at ein stuðlar pørtum av tí bin Laden vísir á. Serliga er tað politiska viðferðin USA gevur Miðeystri, har Ísrael sum oftast verður stuðla óansæð, meðan muslimsku londini uppliva at tey sjáldan fáa rættvísa viðferð frá USA. Í hesum sambandinum verður bin Laden brúktur sum ein gallionsmynd sum verður brúkt í stríðnum móti øllum vesturlendskum.
Tann 194 sentirmetrar høgi Osama bin Laden er klænur, hevur skjegg og brúkar stav. Hann hevur í fleiri ár verið millum teir tíggju persónarnar sum FBI mest av øllum vil hava fatur á. Men hóast USA bjóðar fimm milliónir amerikanskar dollarar til tann sum vísir hvar teir finna Osama bin Laden, so gongur hann enn sum ein fríur maður í fjallalandinum Afghanistan.
Men tað er áðrenn USA byrjar at bumba tað sundurbumbaða landi sum hevur verið rakt av kríggi í 23 ár.