Drápsdømdi fyrrverandi paraítróttarmaðurin Oscar Pistorius er royndarleyslatin, siga fongsulsmyndugleikarnir í Suðurafrika í dag.
Hann verður royndarleyslatin sløk 11 ár eftir, at hann varð dømdur fyri at hava dripið unnustu sína, Reeva Steenkamp, so var modell, í einum máli, sum skakaði Suðurafrika. Pistorius hevur mist bæði beinini og varð sum ítróttarmaður kendur sum »Bladerunner« av protesunum, sum vóru gjørdar úr kolfipuri.
Pistorius skeyt og drap 29 ára gomlu Reeva Steenkamp gjøgnum einar afturlatnar bæðirúmsdyr á valentinsdegnum í 2013.
Hann hevur fleiri ferðir sagt, at hann tók feil og helt Steenkamp vera ein prsón, sum hann helt hevði brotið inn. Hann lat fýra skot av.
Pistorius kærdi dómin fleiri ferðir.
##med2##
Hann var síðst í 2014 dømdur fimm ára fongsul fyri drápið – ein revsing, sum seinni varð herd til 13 ár og fimm mánaðir.
Í november í fjør fekk hann játtað royndarleyslating.
Í svari frá June Steenkamp, mammu Reeva Steenkamp, stendur, at »tað ongantíð kann verða veitt rættvísi« fyri missin av dótrini.
##med3##
– Tað eru vit, sum eru eftir, sum hava fingið ein lívstíðardóm, sigur hon við tíðindastovuna AP.
Pistorius fer at veera undir eftirliti av kriminalforsorgini. Hann kann bara fara úr økinum, har hann skal búgva í Pretori, um hann fær serligt loyvi.
##med4##
Fyrrverandi toppítróttarmaðurin, sum í dag 37 ára gamal, skal harumframt gjøgnum eina viðgerðarætlan fyri illsinnisherðindi síni. Tað er ein ætlan, sum eisini hevur sum endamál at fyribyrgja harðskap ímóti kvinnum.
/ritzau/Reuters