Í dag er fyrstu dagur sokallaða tollmálið verður roynt í Eystara landsrætti. Tað eru journalistarnir Dia Midjord, kringvarpsstjóri, Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kringvarpinum, Jan Lamhauge, journalistur í Kringvarpinum, og Sveinur Tróndarson, ábyrgdarblaðstjóri í Dimmalætting, ið hava kært dómin í Føroya rætti, har tey vórðu dømd fyri ærumeiðing av formanninum í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen.
Miðlahúsið hevur ein mann á staðnum, ið kunnar um gongdina í rættinum.
Tað sum hevur eyðmerkt fyrstu tímarnir av rættarmálinum, er ein ósemja millum danska advokatin hjá Kringvarpinum, Ole Liedke, og advokatin hjá Jørgen Niclasen, Christian F. Andreasen, um hvussu mannagongdin skal vera í rættarmálinum.
Av tí sama er lítið og einki hent í sjálvum rættarsalinum, tí advokatarnir eru á fundi við dómararnar, Ulla Langholz, Bo Østergaard og Ole Græsbøll Olesen, har roynt verður at finna eina loysn.
Ósemjan botnar í hvussu dómurin í Føroya rætti skal skiljast. Danski advokaturin vil vera við, at Eystara landsrættur einans skal taka støðu til tey 16 sitatini, ið eru nevnd í dóminum. Sambært honum, so eru tað tey 16 sitatini, ið kringsvarpsjournalistarnir eru dømd fyri.
Christian Andreasen er ósamdur í hesi tulking, og vísir á, at rætturin eigur at taka støðu til tær upprunaligu ákærurnar. Viðvíkjandi teimum sekstan sitatunum, so vil advokaturin hjá Jørgen Niclasen vera við, at kringsvarpsjournalistarnir eru dømdir fyri ærumeiðing, og at tey 16 sitatini einans vóru eitt dømi úr rúgvuni.
Tískil, vil hann vera við, kann man enda í eini støðu, har kringvarpsfólkini verða fríkend fyri tey sekstan sitatini, hóast tey einans eru ein partur av grundarlagnum undir dóminum í Føroya rætti, har tey vórðu dømd fyri ærumeiðing.
Um Christian Andreasen fær viðhald í sínum sjónarmiðum, so skal rætturin taka støðu til 70 sitatir og allar ákærurnar.
Danski advokaturin hevur mótmælt hesum, og vísir á, at hann einans hevur fyrireikað seg til tey sekstan sitatini. Um so er, at rættarmálið er meira umfatandi enn tey sekstan sitatini, so ynskir hann meira tíð til at fyrireika sína sak.
Meira verður um rættarmálið seinni.