– Hatta er óseriøst og ein háðan

– Hatta er ein háðan frá parlamentarikarum móti fólkaræðnum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, sum heldur lítið um trýstið frá donskum fólkatingslimum um fosturtøku-viðurskifti í Føroyum

– Hatta kann eg slett ikki taka seriøst.

 

Soleiðis sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, nú vit spyrja hann um eina viðmerking til, at danskir politikarar nú vilja bjóða føroyskum kvinnum til Danmarkar at fáa fosturtøku.

 

– Hetta vísir, hvussu lítla virðing og vitan nakrir danskir politikarar hava fyri føroyskum viðurskiftum. Tað er øgiliga viktigt, at man virðir lóggávuna hjá einum øðrum landi og ikki blandar seg uppí. Hvat høvdu tey sagt, um vit í Føroyum blandaðu okkum uppí, hvussu tey skulu gera í Danmark? spyr hann retoriskt.

 

Tað eru umboð fyri flokkarnar Radikale Venstre og Enhedslisten, ið hava úttalað seg til danskar miðlar um hetta málið.

 

Kanska lóggávan kann broytast

 

Men er hetta ikki eitt gott tilboð allíkavæl?

 

– Nei, tað haldi eg slett ikki.

 

Fosturtøka er ikki frí í Føroyum, og tað eru fleiri, ið halda, at lóggávan eigur at broytast. Men landsstýrismaðurin er í løtuni ikki fyri at gera fosturtøku fría.

 

– Eg fyrihaldi meg altíð til, hvat ein meiriluti í einum fólkaræði heldur. Og ein meiriluti av Føroya fólki vil hava, at lóggávan er, sum hon er. Lógin er ikki broytt seinastu nógvu árini, og eitt samt løgting vil hava ta lóggávu, sum vit hava nú, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

 

– Annars eru vit millum londini við fægstum fosturtøkum í Europa.

 

Hann avvísir kortini ikki at gera nakrar broytingar í lógini.

 

– Eg eri opin fyri at modernisera hana. Tað er so langt síðan, at justeringar eru gjørdar. Men eg haldi ikki, at danir skulu konsentrera seg um lóggávuna her, sigur hann.

 

– Hatta er ein háðan frá parlamentarikarum móti fólkaræðnum. Tey hava nokk misskilt ríkisfelagsskapin. Vit kundu lært tey okkurt um, hvussu málsbýti er í ríkisfelagsskapinum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

 

LES EISINI: Vilja bjóða føroyskum gentum til Danmarkar at fáa fosturtøku