Óskilið við leysum dýrum á Tvøroyri endar nú

Aktingarmaður verður nú settur at taka hundar, seyð, og onnur dýr, sum ganga leys og eru til ampa fyri onnur


Nú skal ein endi fáast á óskilinum á Tvøroyri, har hundar, seyður, og kanska onnur dýr við, ganga leys og eru til ampa fyri fólk.

Í langsamiliga tíð hevur Tvøroyar Býráð arbeitt við at fáa eina skipan, har leysgangandi dýr kunnu takast upp.

 

Og nú nærkast ein loysn av álvara, tí Tvøroyar Býráð fer nú at seta aktingarmann at taka leys dýr upp.

Sostatt vænta tey, at tað nýggja árið verður ikki gamalt, so er aktingarmaður settur á Tvøroyri.

Eitt, sum hevur gjørt, at málið hevur drigið út, er, at býráðið og løgreglan hava samst um, hvønn leiklut, hvør skal hava, men tað er við at koma undir land nú.

 

Í býráðnum á Tvøroyri fegnast tey um, at aktingarmaður nú verður settur og at tað fer at kosta pengar at hava hundar, seyð, og annað, gangandi leyst til ampa fyri onnur.

Verða dýr leys dýr tikin upp, skal eigarin rinda eina ávís fast gjald rindast fyri at fáa dýrið aftur, men harumframt skal ein ávís upphædd rindast um dagin, so leingi dýrið er í varðveitslu. Upphæddin er alt eftir, hvat dýr talan er um. Eitt nú er grundupphæddin fyri ein hund, 300 krónur og annars er gjaldið 125 krónur fyri hvønn dag, hundurin er í kommunalari varðveitslu.

Fyri seyð er fasta gjaldið 125 krónur, umframt 60 krónur fyri hvønn dag, seyðurin verður passaður, men eftir seks dagar fer gjaldið niður á 35 krónur um dagin.

Fyri onnur dýr er gjaldið so ásett eftir, hvussu stór dýrini eru.

Men gongur ov long tíð, hevur aktingarmaðurin eisini heimild til at syrgja fyri, at dýr, sum verða tikin upp, verða avlívað.

Hendan skipanin er ikki galdandi fyri Ørðavík, har bygdin ikki er vetrarfriðað.