Óskrivað blað við fyrsta staklagnum

Simona Paula: Fylg mær heim.

 

Gittarin var besta íløgan

Simona Paula (15.01.1998) er ein nýggjur artistur í Føroyum. Sum 10 ára gomul, byrjaði hon at læra at spæla uppá guitar, har hon skjótt fann útav, at guitarin skuldi vera hennara ljóðføri. Fyri at menna seg sum guitarist, lánti hon guitara frá øðrum, og eftir nøkur ár setti hon sær fyri at ogna sær sín egna guitara, skrivar Tutl í tíðindaskrivi.

 

Fyri hana var og er hetta ein tann besta íløgan, hon hevur gjørt, tí guitarin hevur verið hennara amboð til at seta orð á sínar kenslur og koma ígjøgnum tungar tíðir. Burturúr hesum eru fleiri tekstir og løg komin til verðina.

 

Við tíðini er hennara áhugi fyri at deila hesar sangir alsamt vaksin og metir hon nú, at tíðin er búgvin til at onnur kunnu fáa gleði og finna troyst í hesum sangum.

 

Simona Paula fortelur:

"Hetta lagið, sum er tað fyrsta á heildarútgávuni, snýr seg um tað at gerast troyttur og yvirfyltur av øllum tí, sum heimurin propppar inn í høvdið á tær. Tá eg skrivaði sangin, ímyndaði eg mær eitt friðsælt stað í náttúruni, har eg var umgyrd av stórum trøum, sum fjaldu meg frá heimunum. Útsýnið av einum vatni, hoyra tutlið frá eini á og smáfuglarnar láta, meðan eg siti við guitaranum í føvninginum. Tá eg spæli sangin, fari eg í hugaheiminum aftur til hetta staðið. Har leggi eg einki í, hvat onnur vænta av mær. Eg royni ikki at vera nakað annað, enn tað, eg eri."

 

 

 

Simona Paula á Fríðriksmørk

 

(vocals, guitar)

 

Harald Fonsdal Johannesen

 

(instruments)

 

Ari Johannesen

 

(additional guitars)

 

Dania O. Tausen

 

(backing vocals)

 

Production

 

Harald Fonsdal Johannesen

 

(produced, mixed)

 

Hans Poulsen

 

(mastered)

 

##med2##