Oslo Tingrættur hevur í dag gjørt av, at ungi maðurin, sum mánakvøldið skeyt og drap pápa sín, kenda advokatin, Tor Kjærvik, skal varðhaldsfongslast í fyribils fýra vikur. Maðurin hevur eisini fingið álagt bræva-og vitjunarforboð í fýra vikur, eins og hann hevur fingið miðlaforboð í tvær vikur.
- Tað er umráðandi, at vit kunnu avhoyra vitni, sum hava tilknýti til málið - uttan at skuldsetti kann ávirka teirra frágreiðingar, tí vit halda, at hetta hevur týdning fyri at greiða bakgrundina og motivini aftan fyri tað, sum er hent, heldur Oslo Tingrættur.
Sum skilst á VG, varð málið í dag avgreitt uttan, at ungi maðurin fysiskt møtti á rættarfundi.
Norska løgreglan hevur áður váttað, at tey hava lagt hald á eitt vápn, sum tey halda hevur týdning fyri málið, og sambært VG er talan helst um eina pistól, sum løgreglan heldur kann vera drápsvápnið. - Kanningararbeiðið hevur knýtt vápnið til skuldsetta, sigur løgregluadvokaturin, Anne Marie Hustad, seinnapartin í dag.
Fongslaði maðurin, sum er í 30-árunum, er eisini skuldsettur fyri drápsroynd móti sambúgvanum hjá pápanum. Sambært upplýsingum, sum VG hevur, skeyt maðurin móti sambúgvanum, sum megnaði at flýggja. Sum skilst, varð hon ikki rakt av skotum.
Norska løgreglan hevur í dag váttað, at tað vóru ikki onnur til steðar í húsunum hjá advokatinum, 70 ára gamla, Tor Kjærvik, tá drápið fór fram - eingin uttan sonurin, advokaturin og sambúgvin.
Skuldsetti varð avhoyrdur í fleiri tímar í gjár. Sambært løgregluni "knýtir hann seg til drápið" og samtykti at vera fongslaður, men hann hevur ikki tikið støðu til skuldarspurningin. - Hann hevur tikið eina umhugsunartíð í samband við skuldarspurningin, sigur løgregluadvokaturin, Anne Marie Hustad.
Hon leggur aftrat, at ungi maðurin samstarvar við løgregluna og svarar spurningum, sum verða settir, og løgreglan ynskir at halda fram við fleiri avhoyringum av manninum.
Tað var stutt eftir klokkan 21 mánakvøldið, at løgreglan fekk fráboðan um, at skjóting fór fram í heiminum hjá kenda advokatinum í Oslo. Roynt varð at bjarga Tor Kjærvik við lívbjargandi fyrstuhjálp, men hetta eydnaðist ikki. Stutt eftir tilburðin meldaði sonurin seg hjá løgregluni og varð handtikin.