Óli Samró
Den Haag
10. september 2004
??????????????????
Í hesi seinnu kronikkini fari eg fyrst og fremst at viðgera hugburð. Tikið verður fram hví íslendska vinnulívið í løtuni hevur "drive", meðan tað føroyska meira ella minni hevur rent seg fast.
Eisini vil eg royna at skilja ímillum lønmóttakarahugburð og businesshugburð.
Ísland verður ført fram av rationellum "business". Í Føroyum er altjóða busi-nessmentan ring at fáa eyga á - hinvegin so er lønmóttakarahugburðurin sera sjónligur. Størri bygnaðarbroytingar og rationaliseringar eru vanligur kostur í Íslandi.
Í Føroyum er tað tað almenna ella feløg, sum eiga seg sjálv, sum er meginparturin av føroyskum vinnulívi. At Fíggingargrunnurin og Framtaksgrunnurin eru sjálvstøðugir grunnar, juridiskt vardir fyri politikarum, er bert ein ásannan av, at teir danir, sum umskipaðu og tóku Føroyar upp í níti árunum, ikki høvdu álit á tí føroyska politiska myndugleikanum. Føroyski skattgjaldarin eigur hesar grunnar so ella so.
Stutt er millum umsitarar og langt millum føroysk vinnulívsfólk
Businessmentan er nærum ókend í Føroyum. Fá vinna sín pening frá vinningsbýti ella skilagóðum handlum við partabrøvum. At keypa eitt illa rikið virki bíliga, umskipa tað og selja tað dýrt við nógvum vinningi er nærum óhoyrt - tað er beinleiðis ónærisligt at hugsa teir tankar.
Potentialið er stórt í Føroyum, tað hava útlendingar langt síðani sæð. Ein stórur partur av føroyska virkseminum hevur eitt stórt potentiali í framfýsnari umskipan.
Ásannast má, at útlendingar í løtuni og komandi mánaðirnar taka yvir týðandi part av føroyska vinnulívinum, góðar bygn-ingar eins og part av fíggjarvinnuni.
Alment kent er, at íslendingar nú eiga kend virkir sum t.d. Tórshavnar Skipasmiðju, Skipafelagið Før-oyar og Miklagarð/ Bónus. Somuleiðis eru fleiri av teimum góðu bygning-unum í Tórshavn longu í ogn hjá íslendingum. Fleiri handlar verða helst komandi mánaðirnar.
Íðan hvat er problemið?
Fyri meg er tað sjálvsagt einki problem, at útlendskur kapitalur kemur til Føroyar -tvørturímóti, tað er eitt tekin um sunna gongd.
Problemið er eftir mínum tykki, at føroyska vinnan kann takast yvir, tí vinnan og fíggjarheimurin hevur ein út av lagi sjúkan bygnað.
Vinnukarmanir eru ikki bygdir á marknaðarbúskap. Í Føroyum mangla teir grundleggjandi karmarnir fyri at kunna virka sum businessfólk. Føroyar hava ikki eitt businessumhvørvi. Sjálvir hava føroyingar ikki neyðugu amboðini at arbeiða við. Dugnalig fólk við vitan, útbúgving og royndum hava lítla og onga atgongd til kapital - íleggjara og kapitalmarknaðarumhvørvið er lítið ment. Neyðugt er at finna eitt neyst ella eina trøð at seta í veð. Er so nakað stáplað upp á beinini, so verður rent ímóti onkrum almennum monopollíknandi virksemi ella beinleiðis almennum virksemi.
Føroyar eru tað Jørn Astrup Hansen í einum viðtali kallaði "OPM-projekter"! ("Other Peoples Money"). Hesi feløg eiga í dag meginpartin av tí sokallaða vinnulívinum, sama hvør lykil valdur verður - um roknað verður eftir eginpeningi, starvsfólkum, yvirskoti, o.s.fr..
Øll og eingin eiga alt. Fíggingargrunnin eiga øll og harvið Føroya Banka. Framtaksgrunnin somuleiðis, og harvið Fiskavirking, Fiskasøluna og fleiri onnur feløg, sum grunnurin eigur ávirkandi ognarlut í. Fiskasølan eigur so aftur ognarlut í øðrum feløgum í fiskivinnuni. Ein grunnur eigur JFK og Kósina. Bert fyri at nevna nøkur týdningarmikil. Nevndirnar umboða eigaran - t.v.s. politiska myndugleikan - men skulu arbeiða, sum um tað vóru veruligar óheftar professionellar nevndir.
So eru tað feløgini, ið eiga seg sjálv! Pengatangarnir Føroya Sparikassi og Tryggingarfelagið Føroyar eiga seg sjálvir. Í hesum feløgum verða nevnd, umboðsráð og hvat hesir myndugleikar eita valdir eftir "demokratiskum" spælireglum.
Síðan koma øll tey beinleiðis almennu feløgini, ið reka vanligt kommersielt virksemi og eisini skula taka sær av almennum uppgávum: Føroya Tele, Strandfaraskip Landsins, Postverk Føroya, Landsverk, SEV, Útvarp/Sjónvarp Føroya, bert fyri at nevna tey størstu. Fleiri av hesum hava ikki so frægt sum eina nevnd.
Hesi feløg, ið eiga seg sjálv eins og tey almennu feløgini eru rættir gloypibitar hjá teimum við visiónum, og sum hava neyðugu karmanar eins og amboðini - vitan og kapital.
Fyri nøkrum árum síðan skrivaði journalisturin Uni Arge í Dimmalætting eina greinarøð um nøkur av teimum ungu vinnulívsfólkunum, sum í dag hava maktina í Føroyum. Greinarøðin var eftir mínum tykki meir ein lýsing av almennu umsitarunum. Sjálvur síggi eg ikki mun á uppgávunum hjá Meinhardi Jacobsen, Leif Abrahamsen, Árna Arge, Sigurði Poulsen, Jørn Astrup Hansen, Andrasi Róin, Bergi í Garði, Magna Arge, Gunnari í Liða, Hermanni Oskarssyni o.s.fr. Allir hesir dugnaligu menn, skulu hvør í sínum lagi umsita teirra ábyrgdarøki og almennu uppgávu ábyrgdarfult og gera tað, sum er best fyri okkum øll! Uppgávan er trupul ella rættari ómøgulig.
Lønmóttakaramentan
Í Føroyum eru nógv tey flestu lønmóttakarar, sum virka á landi. Tað avgerandi fyri lønmóttakarar er, at tey fáa sína løn. Sjálvsagt er starvið og lønin tryggari, um tað almenna eigur, enn um tað er ein grammur businessmaður.
Í leiðslum og nevndum er lønmóttakarmentanin eisini sjónlig. Fyri tey sjálvi kann fremsta uppgávan vera ikki at gera nakran feil. Tey fáa hvørki meira ella minni, um tey skapa vinning. Hinvegin kunna tey missa løn og nevndarsamsýning, um tey gera ein feil. Síðan kreppuárini fyrst í nítiárun-um eru helst nógv ábyrgd-arfólk til hesar almennu uppgávur vald í vissuni um, at tey ikki hava gjørt nakran feil. Um tey hava visiónir, hava leiðsluroyndir ella eru sterk á tí strategiska økinum, hevur kanska ikki verið so avgerandi. Hvat skal tað brúkast til?
Um eigarin, t.v.s. landskassin, vinnur eina millión meira við t.d. rationalisering, merkist minni fyri nevnd og leiðslu, enn um leiðslan skal siga hópin av fólki upp, sum ikki eru til nakra nyttu. Føroysku nevndarlimirnir í hesum feløgum eiga ikki partabrøvini sjálvi privat og umboða heldur ikki nakran navngivnan, men umboða bert okkum øll. Tí kann kanska ofta fremsta málið vera at minka um vandan fyri pínu.
Heilt galið blívur tað, tá almennar nevndir verða útvaldar eftir, at tað skula vera eins nógv av hvørjum kyni! Hetta er beinleiðis ræðuligt! Vit hava so fáar skikkaðar kandidatar til at taka á seg at vera professionellir nevndarlimir. Javnstøðulógin er her ein háðan ímóti kvinnu og manni.
Íslendska vinnulívið er lopið avstað
Sjálvur meti eg hesi viðurskiftir vera avgerandi - tað er ikki vist tey eru Búskaparfrøðiliga teoretiskt rætt ("nationaløkonomiskt korrekt" smb. Skrivaranum í Búskaparráðnum):
1.Íslendska fjøldin dugir at samskifta á enskum
2.Breitt áltjóða útbúgvingargrundarlag og sterkt heimligt útbúgvingarumhvørvi
3.Fíggjarkarmurin: Íløgufeløg, bankar, partabrævamarknaður
4.Fá almenn feløg, góðir og vælútbúnir heilar eru úti í vinnulívinum
5.Fjøldin er flutt frá lágløntum arbeiði í fiskivinnuni yvir í nýggjar vinnur og tænastuvinnuna
Seinastu tíggju árini havi eg arbeitt nógv í Íslandi. Satt at siga imponeraði íslendska vinnulívið meg ikki nógv tey fyrstu árini. Hesi seinastu tvey árini er vend komin í. Íslendska vinnulívið er ikki til at kenna aftur.
Teir vælútbúnu íslendingarnir vilja flestir gera karrieru í vinnulívinum, heldur enn innan tað almenna. Tey nýta sín lærdóm í vinnuni til at skapa virðir har.
Í Íslandi eru feløg umskipað, leiðslur og nevndir í nógvum av teimum fremstu feløgunum innan fiskivinn-una og innan tænastu-virksemið eru skift út. Somuleiðis er fiskivinnu-ekspertisan innan fíggingarkervið og íløguvirksemið vaksin munandi. Eisini er fleiri feløg tikin av parta-brævamarknaðinum og hava kjølfest seg munandi betur í gomlum og kendum umhvørvi.
Nógvir leiðarar eru skiftir út. Tað gleðiliga er, at fleiri av fyrverandi leiðar-unum framvegis eru "uppi-gangandi", tey eru komin víðari í karrieruni antin sum sjálvstøðug ella innan annað altjóða virksemið. Fyri tey var tað bara ein sjálvfylgja, at nýggir eigarar komu við egnum fólki í leiðslu og nevnd.
Nógv nýggj ung við framúr útbúgvingum og altjóða royndum sita nú við stýrisvøl í Íslandi. Vinnukarmanir eru bygdir á marknaðarbúskap.
Føroyska vinnulívið rent seg fast
Tað sigst at ein fótbóltsleikari er antin liðugur ella um at vera liðugur, tá hann tosar um undafarna tíð - "Kalli Mohr" typan.
Sjálvandi er tað forargiligt hjá fiskaframleiðarum, at SEV ella Føroya Tele áseta lønarsamráðingarnar. Eisini er tað oyðileggjandi og beinleiðis drepandi, at fakfeløg hjá almennum og verkafólki ár um ár leggja alt samfelagið lamið.
Hetta er bara søguligi veruleikin, og komast má víðari, so fyrireikingarnar til framtíðar avbjóðingarnar verða gjørdar betur.
Fiskivinnan hevur rent seg fasta. Tað er eitt støðugt stríð millum hvat fiskivinnan vil og hvat eigaran vil. Politikarnir vegna øll eiga framleiðslutólini. Eig-arin blandar seg uppí og vil ikki hava veruligar bygnaðarbroytingar men vil hava "arbeiði um alt land-ið".
At landsins løgmaður blandar seg í, hvussu eitt virki skipar sítt virksemi sigur alt!
Um løgmaður sigur, vit niðurleggja Framtaksgrunnin ímorgin so skilti eg hann - og tá var skil í.
At leiðslan á Fiskavirking er frustrerað, er ikki so løgið.
Problemið er, at politiski myndugleikin sjálvsagt hugsar politiskt rationelt og ikki nýtist at hugsa marknaðarbúskaparliga.
Formaður starvsmannafelagsins mest makt í Føroyum
Í Íslandi velur eitt blað hvørt ár 10 teir mest maktfullu persónar og teir 10, sum halda seg hava mest makt - men als ikki hava tað. Ein dagin kom eg í kjak við nakrar um, hvussu verið hevði í Føroyum, um ein slíkur listi bleiv valdur. Ein metti, at Gunnleivur Dalsgarð hevði mest makt í Føroyum, næst komu Ingeborg Vinther og Ellintur Abrahamsen. Sjálvur hevði eg Jørn Astrup Hansen sum mín kandidat. Men eg megnaði ikki at koma við nøkrum argumenti um at bankastjórin ella annar stjóri, løgmaður ella annar politikari hevði størri makt enn hesir fakfelagsformenn.
Bæði Gunnleivur, Inge-borg og Ellintur kunnu leggja útfluningin og landið alt lamið, tá tey vildu - Gunnleivur skal sjálvt konsulterast, um ein stjóri skal umskipa bygnaðin á sínum ábyrgdarøki!
Hetta sigur so mikið, sum at føroyska samfelagið í dag stendur á høvdinum, tá leiðararnir fyri almennu lønmóttakararnar og verkafólk uttan størri trupulleika kunna leggja alt samfelagið lamið - og tey gera tað konsekvensleyst við jøvnum millumbili.
Bara vandin fyri, at landið kann leggjast lamið í seks vikur, átti at verið nógmikið til at ein rationellur íleggjari rennur skríggjandi avstað. Útflutningsvirkir missa kundarnar, og alibrúk og onnur framkomin virkir verða knúst. Eitt alibrúk er frá smolti til lidnan fisk álíkt eini intensivari gongd á einum sjúkrahúsi. Um føði, ilt, medisin og reingerð ikki verða gjørd eftir gjøllari fyriskipan, gongur heilt galið. Tað er logiskt, hvat hendi sjúklingunum, um sjúkrasystrarnar fara seks vikur í verkfall.
Men øll vita, at ein komandi mei mánað kann aftur alt leggjast lamið til óbøta-ligan skaða.
Lønmóttakarin velur politikaran og fakfelagið. Politikarin verður valdur av lønmóttakaranum. Í Føroyum melur alt runt. At lønmóttakarin situr báðumegin borðið er ein sjálvfylgja. Hvat skal man tá við business?
Eingin businesmentan bara administratorar
Tíbetur eru fleiri føroyingar, sum veruliga hava altjóða format í businessverðini. Tað er við stoltleika, at vit fylgja teimum. Uttan at fara í detaljur eru fleiri føroysk supertalent, og fleiri hava longu tikið á seg stóra ábyrgd, t.d. kunnu nevnast fuglfirðingurin Rúni Hansen og kollfirð-ingurin Ben Arabo, ið gera karrieru innan oljuvinnuna. Tað er ikki neyðugt at undirstrika, at teir duga flótandi enskt!
Lat meg eisini týðuliga fáa sagt, at nógv innan fiskivinnuna eru framúr dugnalig fólk, sum ongar trupulleikar hava á tí globala leikvøllinum, um tey taka avbjóðingina á seg.
Tíverri er tó framvegis tann størri parturin í vinnuni, sum hevur síni eygu vend ímóti politiska mynd-ugleikanum og almennum stýrum.
Hetta er jú ein sjálv-fylgja. Tey eru "administra-torar" sett at administrara virkir og stovnar vegna øll - tað er tað almenna. Tey eru ikki verulig vinnulívsfólk við hørðum krøvum frá partaeigarum um at skapa profitt. Aftanfyri eru ikki teir køldu kynisku partaeigararnir.
Hinvegin hava føroysku umsitararnir eina nærum ómøguliga uppgávu. Stjórarnir á t.d. Postverkinum, Føroya Tele, Atlantic, Fiskavirking sleppa ikki at reka sítt virki rationelt sum teir vilja, men noyðast at taka atlit og uppfylla óendalig krøv.
Lat tað gerast betur fyri okkara eftirkomarar
Synirnir hava báðir valt fakini "Economics" og "Business" sum høvuðs-grein á "International School". Hvat børnini velja at læra, og hvar tey vilja virka, skal vera teirra val. Men vilja børnini aftur til Føroyar at virka innan vinnulív, so er tað mín vón, at tey eins og onnur frá tí komandi ættarliðnum fáa eitt betri vinnuumhvørvi at virka í í Føroyum, enn okkara ættarlið hevur havt.