Ótolnast eftir dialysuviðgerðini á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Erhard Joensen, løgtingsmaður, hevur sett landsstýriskvinnuni í heilsumálum fyrispurning, har hann vil vita, hví dialysuviðgerð ikki er byrjað á Suðuroyar Sjúkrahúsið

 

Løgtingsmaðurin spyr Margit Stórá, landsstýriskvinnu í heilsumálum, soleiðis:

 

1. Hví er ætlaða dialysuviðgerðin á Suðuroyar Sjúkrahúsi ikki enn sett í verk?

2. Nær ítøkiliga verður skipanin/ dialysuviðgerðin sett í verk? 

3. Hvørjar eru orsøkirnar til, at skipanin enn ikki er sett í verk?

Í viðmerking til fyrispurningin vísir Erhard Jacobsen á, at Løgtingið hevur í fleiri umførum játtað pening til dialysuviðgerð á Suðuroyar Sjúkrahúsi, bæði í 2022, 2023 og 2024 - alt við tí endamáli at fyrireika og seta í verk skipanina.

– Gjørdir eru nýggir fasilitetir og íløgur í bestu útgerðina til dialysuviðgerð - útgerð í serklassa.

– Harafturat kann upplýsast, at tríggir sjúkrarøktarfrøðingar hava fingið upplæring í at brúka tólini og kunna fremja viðgerðina – tær gjørdist lidnar við upplæringina hálvan desember 2023. Hóast hetta er dialysuviðgerðin enn ikki byrjað.

Løgtingsmaðurin staðfestir, at tað heilt greitt er Løgtingsins vilji, at skipanin skal setast í verk á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

 

– Tí er tað sera óheppið, at tað dregur út at seta hana í verk. Tí verður hesin fyrispurningur settur, sigur Erhard Jacobsen, løgtingsmaður Sambandsfloksins.