Talið á ferðamannaskipum, sum vitja í Føroyum um summarið, hevur verið rættiliga støðugt tey seinastu árini. Hinvegin eru skipini størri nú enn fyrr, og av tí sama er ferðafólkatalið vaksið nógv. Í fjør vóru meiri enn 44.300 ferðafólk við teimum 49 skipunum, sum vitjaðu her.
Grønlendingar ætlaðu sær eisini at fáa vinning burtur úr ferðamannaskipunum, sum sigla runt í Norðuratlantshavinum um summarið. Men hetta hevur víst seg at vera trupult. Í ár koma 30 ferðamannaskip til Grønlands, og tað er meiri enn 10 færri enn fyri fýra árum síðani. Í sama tíðarskeiði er ferðafólkatalið minkað 10.000.
Í Visit Greenland eru tey ikki í iva um, at skipini velja Grønland frá, tí tað er ov dýrt hjá teimum at sigla upp á Grønland. Sum er krevur tað almenna 525 krónur fyri hvørt ferðafólk, sum er umborð, og tað halda tey í Visit Greenland vera alt ov nógv. Sambært KNR hava politikararnir tikið hetta til eftirtektar, og gongst sum ætlað, verður tað bíligari hjá skipunum at sigla upp á Grønland næsta ár, sigur grønlendska kringvarpið.
Í Føroyum rinda skipini havna- og brúgvagjald, sum verður roknað eftir skipastøddini, umframt eitt sokallað ISPS-gjald, sum er 3.000 krónur og harafturat 15 krónur fyri hvørt ferðafólk.