Ov fáir lærarar tíma á læraradag

Lærarafelagið hevur avlýst stóra læraradagin, tí undirtøkan var ov lítil.

Ætlanin var at hava ein drúgvan dag við framløgum fyrrapartin leygardagin og verkstovum við framløgum seinnapartin, men nú er alt avlýst.

 

Føroya Lærarafelag hevði boðið teimum mongu lærarunum kring landið á læraradag í Havn, men tá ið bert 80 lærarar teknaðu til dagin, valdi Lærarafelagið at avlýsa tiltakið, skrivar Skúlablaðið á netinum.

Í fjør var læraradagur á fyrsta sinni, og 85 lærarar meldaðu seg til. Tað var ikki so nógv, sum Lærarafelagið hevði vónað, men eftir sum hetta var fyrstu ferð, tiltakið var fyriskipað, varð dagurin hildin kortini, og øll vóru væl nøgd.

- Tí høvdu vit vónir um, at fleiri meldaðu til í ár, og tí var markið sett at vera 100 tilmeldingar, um dagurin skuldi gerast veruleiki. Tá ið avtornaði í gjár, vóru 80 tilmeldingar komnar; í stóran mun frá lærarum uttan fyri Tórshavn. Hetta metir nevndin er ov lítið til eitt so umfatandi tiltak, sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag, við Skúlablaðið.

 

- Tað er ógvuliga harmiligt, at vit mugu avlýsa Læraradagin vegna vantandi undirtøku, sigur hann.