Fiskivinna
Norsk bløð skriva, at stórtingslimurin, Bendiks Harald Arnesen, sum umboðar
Arbeiðaraflokkin, herfyri tók málið um BMI-reglurnar hjá ES upp í stórtinginum.
Hann vísti á, at vinnulívsráðharrin, Ansgar Gabrielsen, í vetur lovaði at rudda
upp í tí ógreiða í málinum og vísa fleksibilitet í samband við hesar reglur.
Bendiks helt tað vera neyðugt at taka málið uppaftur eftir, at ein fiskimaður í
Finnmørkini er raktur av reglunum.
Í einum svari, sigur vinnulívsráðharrin, at alt er ein trygdarspurningur.
Ikki útróðrarmenn
Nógvir fiskimenn hava trupulleikar við at halda vektina.
- Eg eri glaður fyri mat og dragist við nøkur kilo ov nógv, sigur ein norskur
útróðrarmaður, sum tó ikki heldur tað vera rætt, at hann skal koyrast í land, tí
hann ikki passar inn í nakrar ES-reglur um avmarkingar í vekt.
Hann væntar ikki, at BMI-reglurnar fara at fevna um útróðrarvinnuna.
Útróðrarmaðurin, vit tosa um, er ein stórur og bulmikil maður, sum kortini
neyvan fellir fyri reglunum um fiti.
Hann heldur, at matur er góður, men hann hevur eisini gjørt nakrar miseydnaðar
royndir at sleppa av við nøkur kilo.
- Tað er hóast alt eisini nakað, sum kallast ?trivnaðarvekt? ? tann vektin, tú
trívist við.
Útróðrarmaðurin er tó minni enn so tann einasti, ið brúkar sjóklæðir, sum eru
?ekstra ekstra large?, tá ið hann er á sjónum.
Tann fyrsti norðmaðurin, sum er raktur av ES-reglunum um fiti, er ein trolmaður
í Finnmørkini.
Stór vekt, meira slit
Maðurin, vit hoyrdu um í áðni, heldur ikki, at hann sum útróðrarmaður er
umfataður av BMI-reglunum, tí honum nýtist onga sjómansváttan.
- Men skuldi eg farið við einum trolara, trúgvi eg neyvan, eg hevði lúkað
BMI-reglurnar fyri fiti.
Útróðrarmaðurin gerst tó ikki skakkur, sigur hann, um reglurnar í framtíðini
eisini koma at fevna um útróðrarmenninar.
Á ein hátt sigur hann seg skilja, at krøv verða sett til heilsuna.
- Yvirvekt merkir jú, at ryggur og bein slítast meira ? og datt eg fyri borð,
hevði eg ikki við egnari hjálp sloppið uppí bátin aftur, sigur útróðrarmaðurin,
sum saman við mongum øðrum fiski-og útróðrarmonnum kann vænta at verða vigaður
av ES ? og funnin ov tungur?
?Hatta veit
eg einki um?
Sosialurin vendi sær til Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharra, og spurdi, um hetta
var eitt av málunum, hann og norski fiskimálaráðharrin, Svein Ludvigsen, tosaðu
um á fundunum í Føroyum herfyri. Men so er ikki.
- Nei, hatta tosaðu vit ikki um, tí hasar reglurnar havi eg als ikki hoyrt um
áður, sigur Jørgen.
Tá ið vit nevndu BMI (Body Mass Index) fyri fiskimálaráðharranum, segði tað
honum heldur ikki nakað.
Landsstýrismaðurin visir á, at fiskimenn og sjófólk annars skulu hava eina
heilsuváttan, men hann veit einki um, at menn ikki eru slopnir at sigla, tí
vektin hevur verið ov stór.
- Nei, eg má siga, at hatta kenni eg einki til, sigur Jørgen Niclasen.