Edvard Joensen
frá landsfundi Sambandsfloksins í Øravík
Sambandsflokkurin eigur at hava ein greiðan fiskivinnupolitikk, helt Wenzel Nattestad, skipari í Miðvági, í viðmerking til formansfrágreiðingina hjá Edmundi Joensen, sambandsformanni. Wenzel Nattestad fýltist á, at formaðurin als ikki nevndi fiskivinnuna í síni røðu til landsfundin.
Hann helt, at Sambandsflokkurin eigur at hava eina støðu til, at landsstýrið nú tykist hava sum politikk, at fiskiloyvini skulu seljast í fiskidagabanka, og at pengarnir skulu brúkast at fíggja fullveldi við.
Til tað svaraði Edmund Joensen, at tað ongantíð hevur verið politikkur Sambandsfloksins, at alt skal vera frítt umsetiligt í fiskivinnuni. Men flokkurin er í móti kvotum, segði formaðurin. Annars hevur flokkurin ikki viðgjørt fiskidagabankan, segði hann.