NSÍ álopsspælarin Jónhard Frederiksberg fegnaðist um, at tað hevði eydnast heimaliðnum at vinna øll stigini:
- Skulu vit hugsa um at vera við í kappingini í toppinum, so mugu vit vinna sovornar dystir. Vit høvdu bóltin meiri, enn mótstøðumenninir høvdu bóltin. Vit spæla okkum eisini til møguleikar, men vit fáa ikki nóg stóra úrtøku.
Jónhard heldur, at spælið var ov nógv upp og niður:
- Vit eru fleiri nýggir á liðnum, og tað tekur sína tíð at samanspæla liðið. Í løtum hekk tað væl saman við góðum kombinatiónum, men aðrar løtur gera vit ov nógv mistøk. Um vit vóru óhepnir, so vóru teir frammanfyri 2-0, áðrenn vit fingu mál, men tað hevði verið mest sum ov nógv av tí góða, heldur fyrrverandi Skála spælarin, sum síðani hann flutti til NSÍ hevur skorað eitt mál í landskappingini – ímóti Skála!