Soleiðis var í Havn í gjár, og soleiðis er hvønn dag, sigur vaktleiðarin á Politistøðini í Havn. Tað eru so nógvir bilar í Havn, sigur hann.
– Vit fáa javnan fráboðanir, tá størri bilar skulu gjøgnum býin, tað kann vera ein betongbilur ella aðrir bilar, sum fylla meira. Og vit mugu brúka nógva tíð at finna eigarar, sum hava sett bilin soleiðis frá sær, at stór ferðsla ikki sleppur ígjøgnum.
– Um ein betongbilur ikki sleppur í gjøgnum, so sleppur ein brandbilur heldur ikki í gjøgnum. Tí er tað so umráðandi, at fólk hugsa seg um, tá tey seta bilin frá sær, sigur vakthavandi á politistøðini.
Hóast trupulleikin er størstur í Havn, so sami trupulleiki eisini uttan fyri Havnina.