Norskur havfrøðingur ávarar nú ímóti, at makrel-stovnurin er um at gerast ov stórur.
- Tey modellir, sum vit arbeiða eftir í dag, taka ikki atlit til, at ein fiskastovnur kann gerast ov stórur. Og tað er verri, enn at ein stovnur verður ovfiskaður. Fyrr var tað so, at hvalir, tunfiskar og hávar tóku broddin av pelagisku fiskastovnunum so sum sild og makreli. Nú eru hesir stovnar somikið lítlir, at teir ikki megna at halda tamarhald á pelagisku stovnunum.
Soleiðis sigur norski Jens Christian Holst, eftir at norsku yvirlitstrolingarnar fyri í ár eru av. Her var úrslitið nevnliga, at makrelstovnurin, sum føroyingar eisini eiga sín part av, er størri, enn hann nakran tíð áður hevur verið.
Hann sigur, at stovnarnir av eitt nú hvali, tuni og hávi eru toppurin av føðiketuni, og gerast hesir stovnar ov lítlir, hevur tað stórar avleiðingar niður gjøgnum alla føðiketuna.
Um makrelstovnin sigur hann, at hesin í løtuni helst er einar tríggjar til fýra ferðirnar størri enn tað, sum áður er mett.
- Hetta er eitt greitt tekin um ójavnvág í vistfrøðiligu skipanini og er í ferð við at tøma havøkið fyri plantuæti. Føðiketan eigur at líkjast eini pyramidu, men í løtuni er hon meira átøk einum træi. Stendur hetta við, so kann endin verða, at vit verða noydd at byggja allar stovnar upp av nýggjum, sigur Holst við norska nrk.
- Eg eri ikki so bangin fyri, at hesin trupulleiki ikki verður tikin í álvara. Men eg eri bangin fyri, at vit verða ov sein at viðgera trupulleikan sigur hann millum annað í samrøðu, sum kann lesast á nrk.no.