Ov strævið at fáa tíð til at verða koppsett fyri koronu

– Fólk siga, at tað er ein orsøk til, at tey ikki eru koppsett

Sum vit hava skrivað nakrar ferðir, er ætlanin hjá myndugleikunum at fáa øll yvir 50 ár at lata seg koppseta fyri koronu, fullkomiliga miseydnað. Og sum vit skrivaðu í áðni, eru tað nógv, sum siga, at tey tíma ikki at koppseta seg og tað eru eisini nógv sum framvegis ikki hava álit á, at koppingarevnið er trygt.

 

Tí vilja føroyingar ikki koppseta seg fyri koronu

 

Men síðani hava fleiri fólk verið í sambandi við okkum og tey hava ført fram, at orsøkin til, at tey ikki eru koppsett, er, at tað er alt í verðini ov trupult at fáa tíð til at verða koppsett.

 

Fólk kunnu verða koppsett á apotekum og hjá kommunulæknum, men fólk hava fortalt okkum, at tey sleppa ikki fram at hjá kommunulækna at verða koppsett. Summi hava sagt, at teirra kommunulækni hevur boðað teimum frá, at hann koppsetir ikki fyri koronu.

 

Samstundis er tað ringt at fáa tíð á einum apoteki. Sostatt hava vit søgur um fólk, sum hava verið noydd at fara úr Havn heilt inn til Runavíkar fyri at verða koppsett.

 

Á koronu-heimasíðuni sæst eisini, at allan hendan mánaðin eru tað ógvuliga fáar tíðir á apotekinum. Vit hava hugt á apotekunum í morgun og á Suðuroyar Apoteki er ein tíð tann 17. januar og hvørki á apotekinum í Runavík ella á apotekinum í Havn, er nøkur tíð allan januar mánað. Á Apotekinum í Klaksvík eru tríggjar tíðir tann 16. januar. Hetta eru einastu tíðir, sum eru á fáa á øllum apotekunum í allan janurmánað.

 

Samsundis sæst eisini, at tað eru fleiri kommunulæknar, sum ikki eru við í bíleggingarskipanini á koronuheimasíðuni, sum er korona.fo.

 

– Tað er alt ov ringt at fáa tíð og tann, sum vil koppsetast, skal leggja tað til rættis bæði dagar, og vikur frammanundan, og tað skuldi ikki verið meiningin, siga fólk við okkum. Tey halda, at átakið hjá myndugleikunum er eitt sindur hálvhjartað, tí var ætlanin at fáa fólk at koppseta seg, skuldi tað mestsum verið ein støkk-inn skipan, har fólk kundu fara at kalla beint av gøtuni inn at verða koppsett nær sum helst.