Tí vilja føroyingar ikki koppseta seg fyri koronu

Átakið at fáa føroyingar yvir 50 at koppseta seg fyri koronu, er fullkomiliga miseydnað

Í heyst fóru heilsumyndugleikarnir undir eitt átak fyri at fáa øll yvir 50 ár at koppseta seg fyri koronu. Her var mest hugsað um tey, sum vóru yvir 50 og endamálið er at styrkja mótstøðuførið. Men tað er fullkomiliga miseydnað, tí tað er bara ein triðingur av teimm yvir 50, sum hava tikið av tilboðnum.

 

Les meiri her: Føroyingar hava mist hugin at lata seg koppseta fyri koronu

 

Grundin til, at eitt størri tal á fólki yvir 50 ikki er koppsett, er ikki tí, at tey ikki vita um tilboðið. Ein kanning hjá Apoteksverkinum í heyst vísti nevniliga, at yvir 97 prosent av fólki vita um tilboðið og tey allarflestu vita eisini, hvussu tey skulu bera seg at fyri at verða koppsett.

 

Myndugleikarnir hava ikki gjørt serliga nógv fyri at fáa fólk at koppseta seg. Næstan ongar lýsingaherferðir hava verið fyri at fáa fólk at koppseta seg, og ongar áminningar eru komnar upp á aðrar mátar heldur.

 

Og tað hevur heldur ikki eydnast myndugleikunum at sannføra fólk um, at hetta er tað rætta at gera, tí, sum sagt, er tað bara ein triðingur av teimum, sum myndugleikarnir siga, eiga at verða koppsett, sum í roynd og veru eru koppsett.

 

Og kanningin vísir eisini at tað eru rættiliga nógv fólk, sum beinleiðis siga, at tey fara ikki at lata eg koppseta.

 

Yvir 29 prosent siga beinleiðis, at tey tíma ikki at lata seg koppseta. Og so eru tað framvegis 25 prosent av fólki, sum enn ivast í, hvussu trygt koppingarevnið er, tí tey siga nevniliga, at tey eru bangin fyri avleiðingunum av koppingarevnunum.