Ov tíðliga at meta um nakað enn

Tað sigur landsbankastjórin, Sigurd Poulsen, nú amerikanska valið er av og Barrack Obama verður nýggjur forseti

So er amerikanska forsetavalið av, og landið fær á fyrsta sinni ein littan forseta, Barrack Obama. Men hvussu stórur munurin verður í politikkinum hjá Obama mótvegis sitandi George W. Bush, er kanska eitt sindur verri at siga.

- Tað ber illa til at siga nakað um tað enn. McCain ætlaði at halda fram við skattalættum eins og Bush-stjórnin hevur gjørt, meðan Obama hevur ætlanir um at nýta meira almennan pening, sigur Sigurd Poulsen, landsbankastjóri.

Hann heldur, at fíggjarmarknaðurin fyri ein part hevur innroknað væntaða forsetaskiftið, og tí verður broytingin frá Bush til Obama neyvan kollveltandi.

- Ein partur er innroknaður, tí marknaðurin hevur lagað seg til sannlíka vinnaran, sigur Sigurd Poulsen.

Hann heldur, at vit kunnu bara bíða og síggja, hvørji tiltøk komandi forsetin fer at seta í verk.

- Vit vita heldur ikki hvussu langt kreppan er komin, og hvussu leingi hon fer at vara. Hartil kemur, at USA er so mikið skuldarbundið, at tað fer at seta avmarkingar, sigur Sigurd Poulsen.

 

Lítil munur

Landsbankastjórin heldur, at munurin í veruleikanum ikki var so stórur millum partarnar, og at uttanríkispolitikkurin hjá báðum forsetavalevnunum, meiri ella minni var hin sami.

- Sjálvt í irakpolitikkinum hevur George Bush lagt somu kós, sum Obama hevur, seinasta árið, sigur Sigurd Poulsen.

Í fíggjarpolitikkinum er kanska eitt sindur størri munur, men fíggjarkreppan setur avmarkingar, sjálvt um báðir høvdu sínar ætlanir um, hvussu teir kundu loysa hana.

- Tað veldst eisini um, hvør semja fæst í Senatinum og í Umboðsmannaráðnum, sigur Sigurd Poulsen.

Hann hevur onga greiða meining um, hvussu leingi hendan fíggjarkreppan fer at vara, men nevnir tó, at teir flestu serfrøðingar, sum hava úttalað seg, meta, at hon verður ikki av fyrr enn í 2010.