Óvanliga nógvur hiti í Spania

Um vikuskiftið var nýtt hitamet sett í Spania

(Mynd: Ritzau Scanpix)

Um vikuskiftið vóru 40 hitastig máld í Spania, og tað er ikki hent í mai mánaði áður.

 

Fleriri øki í Spania høvdu um vikuskiftið óvanliga høgan hita fyri árstíðina. Í 10 av teimum 17 landslutunum var boðað frá hitabylgju, og myndugleikarnir ávaraðu fólk um hitan.

 

Økini við mesta hitanum vóru Andalusia har suðuri, Extremadura í útsynningi, Madrid og Castilla LaManca í miðøkinum og Aragan í landnyðringi.

 

Ritzau skrivar, at í suðurspanska býnum Jaén vóru 40 hitastig skrásett fríggjadagin, og tað er ikki áður hent í Spania í mai mánaði. Fleiri staðni var náttarhitin oman fyri 25 hitastig.

 

Nógvi hitin kemur av heitari luft, ið rekur inn yvir Spania úr Norðurafrika, og tað hevur sent hitan umleið 15 stig upp um miðalhitan hesa árstíðina.

 

(Mynd: Ritzau Scanpix)