Ovastevna í góðum og ivasomum veðri

Eins og undanfarin ár, var hýrurin góður á ovastevnu í ár. Nógv fólk vitjaðu í Nólsoy, tó at ivasama veðrið leygarmorgunin og seinnapartin leygardagin helt fólki aftur í at fara um fjørðin. Men tá setanin fór fram tíðliga seinnapartin leygardagin, var av allar besta veðri í Nólsoy

OVASTEVNA

Við ovastevnu, sum varð hildin í vikuskiftinum, eru flestu summarstevnur nú av.
Leygarmorgunin, sum stevnan skuldi setast av borgarstjóranum í kommununi klokkan 14, var veðrið rættiliga ivasamt, men sum fyrraparturin leið, og tað nærkaðist til setanin, var av besta ovastevnuveðri í Nólsoy.
Stór mannfjøld var savnað undir Mikkjalsveggi, tá borgarstjórin setti stevnuna, nú 25 ár eri liðin, síðan Ove Joensen róði teinin úr Nólsoy til Keypmannahavnar.
Havnar Hornorkestur setti eisini sín hátíðarliga dám á hesa løtu.
Eftir sjálva setanina, læt formaðurin í mentanarnevnd býráðsins, Jógvan Arge, upp framsýningina av bragdinum hjá Ova. Henda framsýning var í kjallaranum í Petersens Pakkhúsi.
Tað setti eisini ein eyka dám á ovastevnuna hesa ferð, at dóttir Ova Joensen, Christina Sylvia Joensen – vanliga rópt Christina - var komin heim úr Damark at halda stevnu.
Ove rópti dóttir sína Sylvia, og undir røðuni hjá Jógvani Arge stóðu 90 ára gamla Olevina Joensen, mamma Ova og dóttirin, Silvia, hond í hond.
Eftir røðuna stillaði Jógvan Arge eisini upp til myndatøku saman við teimum báðum.

Aftur at regna
Sum seinnaparturin leið, gjørdist ovastevnuveðrið aftur eitt sindur ivingarsamt, og tá Ternan fór úr Havn klokkan 18, var rættiligt ælaveður eina løtu.
Í Nólsoy eru fólk samd um, at ivasomu líkindini á ovastevnu í ár, gjørdu, at heldur færri fólk leitaðu sær út um fjørðin enn tey seinnu árini annars. Talið av bátum og bátsmanningum var eisini minni, enn eitt vanligt ár, og lítið er at ivast í, at fríska lotið, sum fylgdi við ælaveðrinum, í ein ávísan mun helt fólki aftur í at leggja á fjørðin.
Tey, sum vóru í Nólsoy leygardagin og leygarkvøldið, fingu kortini eina góða ovastevnu, og tá kvøldið kom, spældu Hjarnar til dans á flakavirkinum – og nólsoyingar í Royndarhúsinum.
Nógv ymiskt var á skránni, og eitt nú framførdu nólsoyingar kabarett, sum hevur verið fastur táttur gjøgnum fleiri ár.
Sosialurin fer at venda aftur til ovastevnu í blaðnum mikudagin.