Talan er um blóðreyðan roknskap fyri 2012 hjá elsta blaðnum í Føroyum. Grundað á óvissu um framtíðina er alt goodwill í felagnum niðurskrivað til 0 kr.
Tað var annars ikki tað, sum lá í kortunum, tá roknskapurin fyri 2011 varð undirskrivaður í august mánaði í 2012. Tá varð sagt, at útlit vóru fyri positivum rakstrarúrsliti í 2012, og at tað tí ikki varð mett neyðugt at niðurskriva goodwill við meira enn vanligum avskrivingum.
Tann myndin er tó broytt munandi í 2013. Sonevnda EBITDA, sum er úrslitið av rakstrinum fyri rentur, avskrivingar og skattir, er negativt við 316 tkr., og hartil koma rentuútreiðslur og stórar av- og niðurskrivingar.
Niðasta reglan í roknskapinum vísir eitt hall upp á 3,4 mió kr. Eginpeningurin er negativur við 4.8 mió kr., og stuttfreistaða skuldin er tvífalt tí, sum felagið eigur til góðar.
Tað er ikki ein støða, sum kann standa við, og í ársfrágreiðingini fyri 2012 sigur leiðslan seg rokna við, at ársúrslitið fyri 2013 verður um null, meðan talan verður um yvirskot í 2014. Víst verður á, at tað er eydnast at økja um haldaratalið, at lýsingamarknaðurin eftir leiðslunnar meting er í framgongd og at tey, sum eiga pening tilgóðar hjá felagnum, hava sýnt tol.
- Við verandi treytum hjá ognarum felagsins vóna vit, at virksemið kann halda fram. Við støði í hesum verður ársroknskapurin gjørdur við framhaldandi rakstri fyri eyga, sigur leiðslan at enda, tá tað í ársfrágreiðingini verður skrivað um framtíð felagsins.