Ovurfegnar kyndilskvinnur spældu seg í FM-finaluna

Síggj kyndilskvinnur fegnast um finaluplássið her

Ímeðan Hondbóltsføroyar hava verið nakað upptiknar av landsdystunum hjá monnum, hava kyndils og neistakvinnur fyrireika seg til altavgerandi landskappingardystin, ið var leiktur í dag.

Undan dystinum lógu bæði liðini á sama stigali, men kyndilskvinnur vóru betri innanhýsis.

Tað vóru tær eisini í dag. Tá ið Turið Arge skoraði til 4-0 til kyndil eftir seks minuttum, bendi alt á, at Kyndil var betra liðið.

Tað eydnaðist Neistanum at koma nakað inn í dystin, og í seinastu løtuni av fyrra hálvleiki eydnaðist tað at minka fitt um munin, so at hálvleiksstøðan gjørdist 11-9 til Kyndil.

Neistin minkaði eisini niður í eitt mál á muni stutt inni í seinna hálvleiki, men tók Kyndil tamarhald um dystin aftur. Kyndil skeyt næstu fýra málini, og so var aftur ein brøtt brekka hjá Neistanum.

Tá ið einir tíggju minuttir restaðu í, minkaði Neistin um munin niður í trý mál. Men Kyndil lat seg ikki skaka. Tær grønu settu alt upp á pláss í seinna hálvleiki, og seinastu longu løtuna kundu kyndilsfólk fagnað sínum leikarum fyri sigurin og finaluplássið.

Endaliga støðan gjørdist 27-19 til Kyndil.

 

 

##med2##