Løgmanssteypið
B36 kundi leygardagin styrkja enn meira um støðu sína í bólki 1, tá Sumba kom á ´vitjan. Sumba varð undan bólkaspælinum mett sum klárt veikasta liðið í bólkinum, og tað skuldi eisini vísa seg leygardagin, at teir als ikki hava møguleika at standa seg móti liðum, sum verða roknaði upp í oddin í bestu deildini.
Royndu at halda
Fyrstu løtuna royndu sumbingar kanska at gera nakað av mótstøðu, og tó at Jens Kristian Hansen rættiliga tíðliga stútaði heimaliðið framum, eftir at Jákup á Borg hevði sent fríspark innfyri, so royndu gestirnir at binda fyri.
Hetta helt sær í hálvan tíma ella so. So fall alt saman hjá Sumba. B36 hevði tá í longum løtum verið mest sum fast innbúgv í brotsteignum hjá Sumba, og hetta gav úrslit, tá Fróði Clementsen fekk taklað seg til ein málmøguleika, soleiðis at bólturin at enda varð sendur í meskarnar.
Gjørdist einvegis
Ferðslan í dystinum heði fram til tá verið rættiliga einstáttað, men nú gjørdist hon fullkomuliga einvegis. Sumbingarnir megnaðu snøgt sagt ikki at spæla bóltin niðaneftir, og ístaðin varð bara lossað burtur. So langt sum yvir høvur gjørligt. Endamálið var kanska at avmarka tapið, men úrslitið var bara, at mest sum hvør sending hjá Sumba fall til B36, sum so aftur kundi herja á.
Herja á, er kanska dekan ov nógv sagt, tí veruleikin er, at meistararnir tóku sær væl og virðiliga av løttum. Helst dugdu teir ikki at síggja nakra orsøk til at spenna bogan alt ov høgt, tí at fáa kort ella skaðar í slíkum dystum, mundi ikki fara at loysa seg fyri teirra viðkomandi.
Eftir 4-0 í hálvleikinum tóktist tað, sum um B36 í seinna hálvleiki nú veruliga ætlaði at halda málveitslu. Tá tímin var runnin, vóru málini sjey í tali, men so fór ferðin enn meira niður, og ivaleyst mundu sumbingarnir fegnast um hetta, soleiðis at teir sluppu undan eini enn størri eyðmýking.
Sum so kundi hvørki av liðunum nýta dystin til so øgiliga nógv annað enn at staðfesta, at munurin millum deildirnar framhaldandi er stórur, og at tað er lítið, sum bendir á, at hann er í ferð við at minka. B36 kundi sjálvandi fegnast um stigini, men hinvegin er mest sum víst, at eisini NSÍ og VB fáa fulla úrtøku úr dystunum móti Sumba, so tað er fyrst og fremst í hinum dystunum, at oddasessurin í bólkinum skal tryggjast.
Dysturin í tølum
B36-Sumba 10-0 (4-0)
1-0: Jens Kristian Hansen
2-0: Fróði Clementsen
3-0: Din Sandu
4-0: John Petersen
5-0: Jens Kristian Hansen
6-0: Fróði Clementsen
7-0: Bárður Mortansson
8-0: John Petersen
9-0: John Petersen
10-0: Jens Kristian Hansen