Við BBC sigur landsliðsvenjarin Fabio Capello, at Michael Owen skal spæla væl og gera mál, áðrenn hann verður úttikin. Hetta er Owen í fer við í løtuni, tí eftir skifti til Manchester United hevur hann verið rættiliga sannførandi. Ætlanin hjá 29 ára gamla áleyparanum var eisini at vinna sær ein sess aftur á enska landsliðnum, og Fabio Capello ger eisini greitt, at dyrnar framvegis eru opnar fyri Michael Owen.