Tey seinastu árini er Kina farið at innflyta nógv ólógligt timbur úr teimum tropisku økjunum, og sambært umhvørvisfelagsskapinum Greenpeace kann tað enda við, at frumskógurin í Indonesia verður oyddur um eini tíggju ár. Greenpeace sigur, at Kina keypir serliga nógvan tropiskan við úr Indonesia og Papua Ný Guinea, og at 90 prosent av innflutninginum er ólógligur, tí talan er um hótt trø.
Kinesiska stjórnin roynir at forða tí ólógliga handlinum, og fyri nøkrum døgum síðani skrivaðu Kina og Burma undir ein sáttmála, sum skal forða kinesiskum fyritøkum at keypa frumskógarvið úr Burma. Greenpeace og aðrir umhvørvisfelagsskapir hava víst á, at umleið 70 prosent av viðinum, sum Kina fær úr teimum tropisku økjunum, verður brúktur til vørur, sum verða seldar av landinum. Tí royna felagsskapirnir at fáa onnur lond at gevast við at keypa tær kinesisku vørurnar.
Á einari ST-ráðstevnu í Brasil í síðstu viku kom fram, at um tíggju ár verður eingin frumskógur eftir í Indonesia, og at tað sama fer at henda í Papua Ný Guinea um eini 15 ár, verður einki gjørt fyri at bjarga frumskóginum.