Oyggj sum tulipan

Í Niðurlondum hevur tjóðartingið sett eina nevnd at kanna møguleikarnar fyri at gera eina oyggj úti fyri norðsjóvarstrondini. Ætlanin er, at oyggin skal líkjast einari ovurstórari tulipan, og endamálið við oynni er at verja verandi strond og at útvega byggilendi. Niðurlendingar eru serfrøðingar innan strandarverju, og tað er eisini neyðugt í einum landi, har lendið er so lágt. Herfyrii vísti ein meiningakanning, at fólk í Niðurlondum stúra meiri fyri einari flóðaldu uttan úr Norðsjónum enn yvirgangi. Hinvegin er eingin ivi um, at áhugin at búseta seg á oynni verður stórur, og politikararnir vænta at fáa einar 75 mia. krónur fyri byggilendið á oynni.