Oyggjaleikafepurin herjar aftur

Handan hvørt heiðursmerki og hvønn luttakara liggur ein lívsleið innan ítrótt, við miðvísari venjing, eldhuga og góðum upplivingum, skrivar Sølvi Reinert Hansen, ÍSF-forseti, í hesari heilsan í sambandi við at Oyggjaleikirnir verða næstu vikuna

Teir trettandu Oyggjaleikirnir eru í hondum, og teir verða størri enn nakrantíð. Eini 3.200 ítróttafólk eru við til at gera Oyggjaleikirnar til eina ta størstu altjóða ítróttakappingina í Evropa.

Síðani Føroyar vóru við á fyrstu leikunum á Isle of Man í 1985, hava íalt eini 1.000 ítróttafólk umboðað Føroyar á Oyggjaleikunum, og uppaftur nógv fleiri hava við spenningi fylgt við leikunum her heima.

Vit hava hesi árini vunnið 361 heiðursmerki; av hesum eru 106 gullmerki. Á Rodos, fyri tveimum árum síðani, gjørdust vit nummar trý í samanløgdu heiðursmerkjakappingini við 24 gull-, 19 silvur-, og 12 bronsuheiðursmerkjum.

Vónirnar eru bjartar hesaferð eisini. Men samlaðu støðuna bíða vit við at hugsa um, til leikirnir eru lidnir. Næstu vikuna snýr tað seg um einstøku kappingarnar hjá tí einstaka av okkara ítróttafólkum. Handan hvørt heiðursmerki og hvønn luttakara liggur ein lívsleið innan ítrótt, við miðvísari venjing, eldhuga og góðum upplivingum.

Í Álandi í summar luttaka vit í badminton, borðtennis, bogaskjóting, fimleiki, flogbólti, frælsum ítrótti, golf, judo og svimjing. Í mun til seinast eru súkkling og triathlon ikki við hesaferð, meðan fimleikur og badminton eru við aftur. Her eru summar- og vetrarítróttir, innandura og uttandura.

Umleið helmingurin av føroysku ítróttagreinunum hava møguleikan at luttaka á Oyggjaleikunum. Hjá summunm eru leikirnir gott ískoyti til aðrar altjóða uppgávur, hjá øðrum eru leikirnir størsta altjóða kappingin, ið tey regluliga luttaka í.

Tað er hetta fjølbroytni, ið er sereyðkennið hjá Oyggjaleikunum. Oyggin Sark hevur bert umleið 600 íbúgvar, meðan Isle of Wight og Rodos hava eini 140.000 íbúgvar. Restin av teimum 25 luttakandi oyggjunum hava fólkatal harímillum.

Landafrøðiliga spjaðingin er sanniliga eisini stór. Frá fjarskotnu oyggjunum í Suðuratlantshavi, Falklandsoyggjunum og St. Helena, til Cayman Islands, Bermuda og Prince Edward Island hinumegin Atlantshavið, og til norðurlendskar oyggjar og bretskar.

Tað eru viðhaldsfólk, ið hava gjørt leikirnar til afturvendandi ferðamál. Annaðhvørt ár hava vit høvi at ferðast til oyggjar, sum vit annars neyvan høvdu hugsað um at vitja. Tey, ið hava roynt at verið við til leikirnar, hava fingið upplivingar fyri lívið. Tann serliga kenslan av, at vit stuðla føroyska landsliðnum, um tað so er í borðtennis, judo ella svimjing, og tann serligi felagsskapurin, ið er millum stóra føroyska hópin á fremmandum strondum, skal upplivast.

Og so er tað týdningurin, sum leikirnir hava her heima. Føroysku fjølmiðlarnir eru tiltiknir á Oyggjaleikunum fyri at siga frá leikunum í bløðum, útvarpi og sjónvarpi.

Og tað er í grundini ikki løgið, at so nógv verður gjørt burturúr. Annaðhvørt ár senda vit umleið 100 ítróttafólk av landinum til leikirnar. Vit kenna øll onkran, ið fer til Oyggjaleikirnar, og sannlíkindini eru stór fyri, at vit eisini kenna onkran av teimum, ið vinna tey umleið 40-50 heiðursmerkini.


Hóast nógvar ítróttagreinar kunnu luttaka í kappingum, ið eru á hægri ítróttarligum støði enn Oyggjaleikirnir, eru leikirnir einasta høvi hjá Føroyum at senda ein so stóran og fjølbroyttan hóp til altjóða kapping.

Vit síggja spent fram til Oyggjaleikirnar. Her finst einki handrit. Undirhaldið verður skapt á staðnum við góðari hjálp frá okkara 100 leikarum.


Sølvi Reinert Hansen,

ÍSF-forseti