TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr prátið, sum var við golfleikarin, Ragnar Isaksen úr Kvívík í sendingini SportBoxin á Rás2.
Prátið snúði seg um tær út av lagi vánaligu umstøðurnar golfítróttin í Føroyum hevur samanborið við aðrar oyggjaleikaoyggjar, sum hava framúr góðar umstøður til at íðka golf. Teirra millum eru Orknoyggjar, sum vit skulu kappast við um at fáa oyggjaleikirnar í 2023.
Ragnar Isaksen er lítið hugaður fyri at Føroyar skulu hýsa einar oyggjarleikir uttan golf. Tí verða oyggjaleikirnir í Føroyum, og golf ikki er á skránni, so fær golfítróttin í Føroyum ongantíð nøktandi umstøður.
Ragnar Isaksen sigur seg hava frætt, at Runavíkar kommuna nú hevur ætlanir um at byggja ein golfvøll. Tað er Ragnar Isaksen fult við uppá. Fyri hann er tað ikki so týdningarmikið hvar ein golfvøllur liggur, men at hann loksins kemur, so golfítróttin í Føroyum loksins kann menna seg.
Ragnar Isaksen sigur seg hava so stóra skomm av umstøðunum at spæla golf í Føroyum, at hann vil ikki bjóða nøkrum útlendingin hann kennir at koma til Føroya at spæla golf.