Oyggjaleikirnir settir á midnátt

Á midnátt í kvøld, føroyska tíð, vera 15. oyggjaleikirnir settir í Hamilton á Bermuda, sum liggur uttanfyri vesturstrond Amerika.

 

Hetta er fyrstu ferð, at leikirnir vera hildnir uttanfyri Evropa, og tað tók eisini sína tíð at fáa ítróttarfólkini tann langa teinin yvir um hav. Í so máta liggja Føroyar nokk so tætt uppá, men kortini tók ferðin um tíggju tímar, tí føroyska ferðalagið millumlendi fyrst í Keflavík og síðan í Kanada, áðrenn farið var seinasta teinin til Bermuda.

 

Tað er heitt á Bermuda hesa ársins tíð, og síðan ferðalagið kom yvir, hava føroysku ítróttarfólkini roynt at venja seg við nógva hitan og umstøðurnar annars, so tey eru klár, tá kappingarnar byrja.

 

Tað gera tær í morgin, men fyrst skulu leikirnir setast, og sambært heimasíðuni www.natwestislandgames2013.com eru í løtuni slakir 12 tímar til leikirnir vera settir.

 

Byrjanin til leikirnar plagar at vera stór og spennandi, og lítið er at ivast í, at fyrireikararnir á Bermuda eisini hava spílað seg út, nú landið á fyrsta sinni er vertur fyri Oyggjaleikunum, sum annars byrjaðu á Isle of Man í 1985.

 

Hundrað føroysk ítróttarfólk við á leikunum hesaferð. Tað er nakað væl minni enn tað onkuntíð hevur verið, og tað er einki at ivast í, at høgi kostnaðurin er ein av orsøkunum. Kortini luttaka Føroyar í 11 ítróttargreinum. Badminton, beach volley, fimleiki, flogbólti, fjallasúkkling, frælsum ítrótti, golf, skjóting, súkkling, tennis og triathlon.

 

Leikirnir enda næsta fríggjadag.