OYL 23: Gozo luttekur á oyggjaleikunum á fyrsta sinni

Gozo sendir 40 ítróttarfólk til Guernsey at kappast á oyggjaleikunum

Á fyrsta sinni fara ítróttarfólk hjá Gozo at kappast á oyggjaleikunum

Tey fyrstu árini kappaðist Malta á oyggjaleikunum. Men so fingu Malta og Ísland tilboð um at koma at kappast í smátjóðaleikunum - Small Nations Games - og so fóru tær burturúr oyggjaleikasamstarvinum.

 

Ein minni partur av Malta verður nú aftur at síggja á oyggjaleikunum. Oyggin, Gozo sum er partur av maltesiska lýðveldinum fer á fyrsta sinni at kappast á oyggjaleikunum hesaferð.

 

Gozo sendir 40 ítróttarfólk avstað til oyggjaleikirnar á Guernsey.

 

Gozo fekk limaskap í altjóða oyggjaleikafelagsskapinum, IIGA í juli í fjør.

 

Tað búgva 39.300 fólk á Gozo, og talan er tí um eina oyggj sum í stødd hóskar væl til oyggjaleikirnar.  

 

##med2##

 

Á fyrsta sinni fara ítróttarfólk hjá Gozo at kappast á oyggjaleikunum

Gozo er partur av maltesiska lýðveldinum