OYL: Líggjas Joensen vann aftur gull

Føroysku svimjararnir vunnu samantalt 30 heiðursmerki á oyggjaleikunum

Líggjas Joensen (Savnsmynd: svimjing.com)

Sjey gullheiðursmerki, 12 silvurheiðursmerki og 11 bronsuheiðursmerki. Samantalt 30 heiðursmerki.

 

So flott var úrtøkan hjá føroysku svimjarunum á hesum oyggjaleikunum.

 

Líggjas Joensen syrgdi fyri gullinum í kvøld. Hann vann kappingina í 400 metrar frí við tíðini 3:52.44. Í somu kapping vann Ísak Brisenfeldt bronsu við tíðini 3:55.50.

 

Talan var um triðja gullheiðursmerkið hjá Líggjasi á hesum oyggjaleikunum. Hann hevur eisini vunnið gull í 1.500 metrar og 800 metrar frí. 

 

Við tíðini 22.60 vann Bartal E. Eidesgaard silvur, og setti nýtt føroyskt met. 

 

Heini Mohr Askham, Ísak Brisenfeldt, Líggjas Joensen og Bartal E. Eidesgaard vunnu silvur í 4 x 100 metrar frí. Tíðin hjá teimum var 3:21.06.

 

Lea Osberg Højsted, Jóhanna Ólavsdóttir, Elisabeth Erlendsdóttir og Alisa Vestergaard vunnu silvur og settu landsliðsmet í 4 x 100 metrar blandað við tíðini 4:15.25.

 

Við tíðini 28.35 vann Elisabeth Erlendsdóttir bronsu í 50 metrar rygg.

 

Alisa Vestergaard vann bronsu í 100 metrar frí. Tíðin hjá Alisu var 57.43. 

 

Bartal E. Eidesgaard, Elisabeth Erlendsdóttir, Líggjas Joensen og Alisa Vestergaard vunnu bronsu í 4 x 50 metrar frí. Tíðin hjá teimum var 1:38.61.

 

Kelda: Svimjisamband Føroya

 

 

 

Líggjas Joensen (Savnsmynd: svimjing.com)