OYL: Tvey gullheiðursmerki aftrat í bogaskjóting

Føroysku bogaskjúttarnir halda fram við góðu avrikunum á oyggjaleikunum

Mynd: Bogaskjótisamband Føroya

Bogaskjótisamband Føroya skrivar á facebookvanga sínum:

 


- Fantastiskt!!! Gull-heiðursmerki til bæði compoundliðið og recurveliðið í dag.

Hetta vóru samstundis seinastu kappingarnar hjá okkara bogaskjúttum á Oyggjaleikum 2025 í Orknoyggjum. Og fongurin hesa ferð: 9 gull og 4 silvur.

Í full FITA fyrsta kappingardagin vunnu Anja Eydnudóttir, Nikkel Petersen og Hans Petur Højgaard gull í ávikavist kvinnur compound, menn compound og menn recurve, og Jóannes Poulsen vann silvur hjá monnum compound. Bæði recurveliðið og compoundliðið vunnu eisini gull í full FITA.

Annar dagurin var einasti dagurin, har marginalarnar vóru imóti okkum. Vit høvdu tveir bronsudystir í kappingunum hjá blandaðum pørum, men taptu báðar. 

Triðja dagin, í gjár, herjaðu vit á aftur í einstaklingakappingini (720-umfar), har Nikkel Petersen vann gull hjá monnum compound við einum teprum finalusigri á Jóannesi Poulsen, sum sostatt vann silvur. Eisini Anja Eydnudóttir, kvinnur compound, og Hans Petur Højgaard, menn recurve, vunnu silvur.

Og vit endaðu kappingina í dag við gullheiðursmerkjun í blandaðum liðum í bæði recurve og compound.

 

Hetta hava verið einir avbera góðir oyggjaleikir hjá føroyskari bogaskjóting, og BSKF takkar so hjartaliga øllum hópinum fyri stórfingna avrikið. Eisini takka vit av hjarta sponsor-stuðlunum EUR Express, Hiddenfjord, Atlantic Airways Aviation Academy, Smyril Line Cargo, Klima, Atlantic Airways, Vónini, Norðoya Litbúð, Kiosk Vár, Vága Floghavn og Baldur’s Archery - umframt teimum, ið ynsktu at verða ónevndir. 

 

Mynd: Bogaskjótisamband Føroya