Hetta er fyrstu ferð Sunniva luttekur á oyggjaleikunum. Sunniva kláraði oyggjaleikakravið til oyggjaleikirnar á Gibraltar í 2019, men spjótkast var ikki partur av greinavalinum á leikunum. Í 2021 vóru oyggjaleikirnir avlýstir vegna koronu.
Sunniva spælir eisini hondbólt við H71 kvinnum og er ein av stinnastu spjótkastarunum í Føroyum. Sunniva Bogadóttir setti føroyskt innandura met fyrr í ár. Tá hon kastaði 39,35 metrar. Hennara besta uttandura kast er 38,46 metrar.
Linda Kivistik úr estiska Saaremaa vann oyggjaleikirnar við kastinum 45,46 metrum.
##med2##